Tíðindi

01.03.2024
Námsfrøðingur ella hjálparfólk til Fjallafípuna

Søkt verður eftir einum námsfrøðingi, atstøðingi ella hjálparfólki til barnagarðsstovur at byrja 11. mars ella skjótast til ber. Starvi eru 30 tímar um vikuna ella eftir nærri avtalu.

Í Fjallafípuni ynskja vit starvsfólk, ið vilja virka fyri einum høgum fakligum støði, har náttúran verður brúkt sum ein týðandi partur. Tí er tað altavgerðandi, at tú sært møguleikar og hevur tokka til útilív. Í okkara námsfrøðiliga arbeiðið, leggja vit stóran dent á at arbeiða við menningarætlan, viðurkennnandi námsfrøði og Betri vinir.
 
Vit vænta, at tú:
• ert opin, erlig-/ur og fyrikomandi.
• megnar at samskipa stovuvirksemi í samstarv við onnur starvsfólk.
• hugsar tilvitað um menningina hjá tí einstaka barninum.
• leggur teg eftir at geva barninum ein innihaldsríkan gerandisdag. 
• ynskir at arbeiða við og eftir teimum málum, ið sett eru fyri stovnin.
 
Setanarviðurskifti:
Løn og setanarviðurskiftið eru sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið (KAF) og Føroya Pedagogfelag. Meira fæst  teg í samband við Bjørg Rasmusardóttir, leiðara, á telefon 251111.
Arbeiðsgevarin hevur skyldu til at fáa barnaváttan, áðrenn setanin verður framd.
 
Umsókn saman við avriti av prógvi, cv og møguligum starvsváttanum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 11. mars 2024. Setanarsamrøður verða eftir ætlan í viku 11.
 

Tú søkir starvið við at trýsta á leinkjuna her: Starvsfólk til Fjallafípuna

  
Um Fjallafípuna
Fjallafípan er ein kommunalur dagstovnur við uml. 100 børnum í aldrinum 6 – 7 ár. Fjallafípan er staðsett „Úti í Grøv“, har viðarlundin, áin, fjøran og hagin eru í nærumhvørvinum. Hesar umstøður eru ein náttúrligur partur av tí námsfrøðiliga arbeiðnum í Fjallafípuni, sum gevur børnunum góðar og øðrvísi møguleikar fyri stimbran og menning.

Onnur tíðindi
23.07.2024

Býráðsskrivstovan í summar­frítíðini

17.07.2024

Ferðslu­kunning í samband við dystin hjá Víkingi á Djúpumýru

17.07.2024

Stongt vegna jarðarferð

16.07.2024

Stangavegu­rin asfalteraður