Tíðindi

21.03.2024
Klaksvíkar kommuna 2040

Á býráðsfundi í kvøld samtykti Klaksvíkar býráð, at farast skal undir eina kommunuætlan, sum m.a. skal tryggja, at skiftandi býráð skipa og leiða kommununa inn í eina framtíð, sum byggir á haldgóðar og burðardyggar loysnir.

Borgarakanningin (2023) vísti, at neyðugt er at arbeiða málrættað og langskygt við nøkrum kommunalum avbjóðingum. Nevnast kann tørvurin og ynskið um fleiri og meira fjølbroyttar bústaðir, umframt eina betri býarskipan, sum skal fremja ein betri trivnað.

Semjað er um, at allir viðkomandi partar skulu takast við í arbeiðið. Ætlanin skal verða galdandi fyri alt lokalsamfelagið, og tí eigur alt lokalsamfelagið at verða tikið við uppá ráð. Arbeiðið skal vera væl kjølfest í býráðnum, og borgarin skal veruliga merkja, at hann er í miðdeplinum.

Talan er sostatt um eitt umfatandi og týðandi arbeiði, har málið er, at Klaksvíkar kommuna skal vera ein áhugaverd og dámlig kommuna í 2040, tá ið talan er um tað at vaksa upp, at seta búgv og at eldast. Í ætlanini skulu mál setast m.a. fyri fólkavøkstri, kjarnutænastum, mentan, trivnaði, vinnu, bústøðum og fyrisiting.  

Í hesum umfarinum eru settar 300.000 kr. av til arbeiðið, sum skal verða liðugt á vári 2025.  

Til ber at síggja úrslitini úr borgarakanningini her: Borgarakanning 2023

Onnur tíðindi
19.04.2024

Virkið vár byrjar og endar við renning

17.04.2024

Varpið avhendað

17.04.2024

Summar­ansing 2024

16.04.2024

Leiðari til námsfrøðiligu ráðgeving­ina hjá Klaksvíkar kommunu