Tíðindi

12.04.2024
Teknmál veitir lívsgóðsku

Hvussu samskifta vit, tá vit hava torført við at hoyra, tosa ella skilja? Tað var evnið í Gomlu Miðhøllini á Skúlatrøð í Klaksvík týskvøldið í hesi vikuni. Og har kom greitt fram, at føroyskt teknmál veitir mongum lívsgóðsku, sum annars hava trupult at samskifta við umheimin.

Áhugin fyri evninum, um hvussu fólk, sum hava trupulleikar at samskifta, til dømis fólk við hoyribreki, børn við ymsum samskiftis trupulleikum og onnur, var stórur. Miðhøllin var mestsum fullsett. Og her vóru bæði leik og lærd, ið søgdu frá sínum royndum.

Karl H. Johansen, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu, bjóðaði vælkomið, og hann fegnaðist um tiltakið. Sjálvur duldi hann ikki fyri, at hann sjálvur hevur drigist við vánaliga hoyrn í nógv ár. Hann mintist, at tá hann arbeiddi sum løgreglumaður, gekk hann í heilum og segði “ha...”, tí hann hoyrdi ikki tað, starvsfelagar og onnur søgdu. Hann spurdi upp í saman, og lat at enda sum um hann hoyrdid, hvat sagt varð, uttan yvirhøvur at hava fingið tað við.

- Fólk hildu meg vera ófólkaligan og arrogantan, tí eg ikki svaraði teimum aftur, men veruleikin var tann, at eg hoyrdi tey ikki. Men so var tað at konan, Jórun, bjóðaði mær at royna hoyritólini hjá sær ein dagin, og tá kom eg í ein heilt annan heim. Eftir tað fór eg til Havnar at útvega mær hoyritól sjálvur, og eg má siga, at tað at hoyra og skilja er alfa og omega í gerandisdegnum, segði Karl H. Johansen, borgarstjóri millum annað.

 

Sangbólkur

Hervør á Torkilsheyggi saman við tónleikarunum Jóeli, Dávidi, Jónasi og dóttrini, Onnu, spældu nøkur hugnalig løg millum og eftir framløgurnar. Umframt at vera tónleikari er Hervør eisini teknmálstulkur, og tað vísti hon eisini undir tónleikaframførsluni, tá hon teknmálstulkaði tekstirnar.

Fyrireikarin, Ásla H. Rasmussen, greiddi frá, hví tiltakið var komið í lag. Hon hevur nevniliga sæð, hvussu nógva orku tað krevur hjá børnum, sum hava ilt við at skilja, hoyra, svara og siga sína meining í gerandisdegnum. Og tað hendir í einum aldri, tá tey eru í einari týdningarmiklari menning.

At tosa um hesi viðurskifti vóru fólk, sum sjálvi hava upplivað hetta, og fakfólk, sum hava arbeitt við hesum á stovnum.

 

Tunghoyrd eftir meslingar

Fyrst segði Hansa Askham, sum er hoyriveik, nøkur orð um sínar upplivingar í truplum samskifti:

- Eg bleiv tunghoyrd eftir at hava havt meslingar, og lærdi teknmál sum hálvtannað ára gomul. Sum vaksin søkti eg inn á kokkaskúla í Klaksvík. Har fekk eg góða hjálp í gerandisdegnum, og tað var eg ógvuliga fegin um.

- Tá eg var 19 ára gomul fekk eg mítt fyrsta barn. Tað kann mangan vera trupult at samskifta við onnur, hóast eg havi CI (Coclair Implaint), tá eg tosi við fólk, eg ikki kenni. Tá heiti eg ofta heldur á dóttir mína. Tað hevur eisini mangan verið trupult at verið til foreldrafundir, tí tað at eg eri tunghoyrd hevur við sær, at eg havi ilt við at fáa alt við, sum verður sagt. Av somu orsøk havi eg mangan latið vera við at møtt upp til fundir, segði Hansa Askham millum annað.

 

Mariann Christiansen segði eisini nøkur orð um sínar upplivingar sum tunghoyrd:

Mariann munnavlesir, hon tosar væl, serliga tá hon tosar ein til ein. Hon fekk CI-skurðviðgerð í 2010. Áðrenn tað hoyrdi hon nærum einki, men í dag hoyrir hon fuglaljóð, ljóðið frá bilum, og hon hoyrir klokkuna. Hon er útbúgvin heilsuhjálpari. Hon gekk í hoyrandi skúla í Klaksvík, og tað gekk væl. Hon hevði ein stuðulslærara, sum lærdi hann eitt sindur av teknmáli. Seinni komu tulkar norður at læra hana meira teknmál, áðrenn hon fór til Havnar at ganga í skúla.

- Eg var 12 ára gomul, tá eg fór í skúla saman við fimm øðrum deyvum, og tað gjørdist mær greitt tá, at tað er nógv lættari hjá mær at tosa við deyv enn at tosa við hoyrandi. Tað krevur nógv meira orku at tosa við hoyrandi, segði Mariann Christiansen millum annað.

 

Barn við samskiftistrupulleikum

Næst á skránni var Anna Simonsen, sum er mamma at barni við samskiftistrupulleikum. Dóttir hennara er tungoyrd, og hon nýtir hoyritól. Hóast hon nýtir hoyritól, so sær hon okkurt jaligt við tí, altso dótturin, tí onkuntíð hevur sagt við mammu sína, at tá hon er eitt sindur troytt, og ikki tímir at hoyra upp á skúlafelagarnar meira, so skrúvar hon bara fyri.

- Men tað kanst tú ikki, mamma, hevur hon onkuntíð sagt flennandi við meg, sigur Anna Simonsen.

Anna tosaði um royndir sínar at læra teknmál. Til dømis hevur hon lært, at hóast dótturin kann samskifta við talu og teknmáli, so er neyðugt við eygnasambandi, tá tær skulu samskifta, serliga um fjarstøðan er eitt sindur stór – t.d. tá tær eru í einum stórum rúmi.

- Tað hevur stóran týdning at hava eygnasamband og at tosa týðiliga, sigur hon.

Síðan fekk Turid Johannesen, sum er fastur at 13 ára gomlu Ingun, sum hevur down-syndrom, orðið. Ingun hoyrir væl, hon skilir nokkso væl, men hevur tað trupult við talumáli. Henni dámar væl at spæla, dámar væl at siga frá krønikum, sum hon sjálv finnur uppá, og hon hevur sínar dreymar, sum eru at fara í summarhús í Danmark. Men hon hevur trupult at gera seg forstáiliga.

- Eina ferð, vit vóru fleiri saman í familjuni, og Ingun mundi vera um 6-7 ára aldur, var sovorðin órógv á henni. Hon var einki væl nøgd. Men so var onkur har, ið dugdi teknmál, og sum fór til hennara at tosa teknmál við hana. At síggja, hvussu væl nøgd hon tá gjørdist, hvussu glað hon varð og fall til róð, tað var rørandi. Og lærandi fyri okkum onnur at síggja, hvat teknmálið gjørdi, segði Turid Johannesen.

 

Barnahúsið Margit og skúlamyndugleikarnir

Tær tríggjar Silvia Isaksen, Jona Norðoy og Frida Joensen hava í fleiri ár arbeitt saman í Barnahúsinum Margit, í Klaksvík. Har hava tær arbeitt við fleiri børnum, sum hava havt málsligar avbjóðingar. Tær greiddu frá, at tær hava arbeitt við fleiri hættum, millum annað við tekn til talu við góðum úrslitum. Ein teirra var so bergtikin av teknmáli, tá hon byrjaði at nýta tað á fyrsta sinni, at hon sjálvboðin sat heima og lærdi seg meira, so hon kundi samskifta upp aftur betur við børnini, og fyri at børnini kundu læra at samskifta upp aftur betur sínámillum.

Anna Maria á Lakjuni, lærari á skúlanum á Skúlatrøð, hevur arbeitt á skúlanum síðan 2006, og hevur altíð havt stóran áhuga fyri børnum við avbjóðingum, og hon hevur eisini tiikið serlæraraútbúgving. Hon, saman við øðrum lærarum, millum annað Beintu Vang, er sannførd um, at pláss skal vera fyri øllum næmingum, uttan mun til førleika. Og í Klaksvík eru allir næmingar í sama stað.

Hon vísti á, at tá tað kemur til tekn til talu er týdningarmikið hjá lærarum at halda málið viðlíka. Tí tað kunnu vera ár, at eingin næmingur er við tørvi fyri tekn til talu, og tá kann vera skjótt, at tað fellir burtur.

- Tí hevur tað týdning at halda teknmálið við líka alla tíðina, sigur hon.

Samanumtikið var semja á tiltakinum í Miðhøllini á Skúlatrøð hetta kvøldið, at føroyskt teknmáli er lívgevandi fyri mong.

Tað var Ásla H. Rasmussen, avvarðandi hjá einum barni, sum hevur tørv á teknmáli, ið skipaði fyri tiltakinum.

(Tíðindaskriv frá Deyvafelag Føroya)

Onnur tíðindi
28.05.2024

Fleiri størv leys innan dagstovnaøkið

28.05.2024

Varaleiðari til Blákolluna í Klaksvík

28.05.2024

Atlantic Fair latið dyrnar upp

28.05.2024

Endur­nýtslan stongd