Nýggjastu tíðindi

10/01/2018

Nýtt ár, nýggj mál


- Hetta árið, sum júst er byrjað, verður serliga merkt av strembanini eftir at gera verkætlanir lidnar og at gera Klaksvíkar kommunu vakrari og betri at búgva í, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri.

Ársskiftið er altíð gott høvi at seta sær mál og gera status fyri ætlanir, og hetta ger seg eisini galdandi í býráðshøpi, har arbeitt verður við nógvum spennandi málum í øllum støddum. Fleiri verkætlanir eru gamlir kenningar, sum komandi tíðina skulu fylgjast til dyrnar, men harafturat verða eisini nýggj átøk sett í verk fyri at betra og styrkja um støðuna hjá kommununi.

- Hetta komandi árið snýr seg fyrst og fremst um at halda fokus og syrgja fyri, at góða gongdin heldur fram. Stórar verkætlanir sum til dømis skúlabyggingin, rennibreytin og mentanarhúsið eru longu í gongd, og í teimum førunum ræður um at fylgja teimum tíðar- og arbeiðsætlanum, sum eru stungnar út í kortið. Harumframt nærkast vit mállinjuni við eitt nú íbúðarbygninginum á Biskupstorgi og sjóhitaskipanini, sum vit kunnu gleða okkum til at taka í nýtslu í vár, sigur Jógvan Skorheim.

Borgarstjórin leggur samstundis dent á stóra týdningin av, at arbeiðini, sum eru sett í gongd, skulu fylgjast heilt til dyrnar, eitt nú við snøggum kringsumstøðum og seinastu snøklunum, sum gera bygningar og umstøður sum heild snøggari.

- Vit leggja doyðin á, at ein verkætlan ikki er heilt liðug, fyrrenn hon bæði er tikin í nýtslu og arbeiðsøkið er ruddað. Nústaðni tá fáa vit fulla gleði av tí, sum vit hava latið byggja ella gera í aðrar mátar. Hetta er eisini í tráð við okkara ætlan um, at Klaksvíkar kommuna sum heild skal vera vakrari, og tí arbeiða vit eisini í løtuni við eini fráboðanar- og arbeiðsuppgávuskipan, sum bæði skal gera tað lættari hjá borgarum at gera vart við eitt nú órudd í kommunalum økjum og harumframt eisini gera arbeiðsgongdina lættari hjá teimum, sum hvønn dag virka hart fyri at halda kommununa reina og ruddiliga, greiðir borgarstjórin frá.

Japanskir gestir á gáttini

Í fjør fekk Klaksvíkar kommuna fyrispurning um vinarbýarsamstarv við japanska býin Taiji, og á býráðsfundi 3. oktober 2017 samtykti Býráðið einmælt at taka undir við avtaluni um vinarbýarsamstarv, og seinni í januar kemur borgarstjórin í Taiji, Kazutaka Sangen, til Klaksvíkar at skriva undir avtaluna.

- Tað var ein forvitnisligur og forkunnugur fyrispurningur at fáa, og í Býráðnum eru vit øll samd um, at møguleikin fyri at knýta samband við ein bý í Japan, sum jú er av heimsins allarstørstu fiskamarknaðum, er ein góður møguleiki til frama fyri Klaksvík sum fiskivinnubý og Føroyar sum heild, sigur Jógvan Skorheim. Hann leggur afturat, at hann á síni vitjan í Japan í fjør lærdi nógv um landið og mentanina, sum Klaksvík nú við vinarbýarsamstarvinum fær samband við.

- Gestablídnið, ágrýtnið og dugnsemið, sum japanar leggja fyri dagin er hugtakandi og imponerandi, og okkara samband við umboðini úr Taiji hevur higartil givið ábendingar um, at vit óivað kunnu læra nógv av teimum og teir av okkum, sigur borgarstjórin. Kazutaka Sangen, borgarstjóri í Taiji og fylgi hansara koma aftur til Føroya á vitjan í komandi viku.

Nýtt í kommununi

Myndarøð: Klaksvík í fokus hóskvøld
18/10/2018

Klaksvík í fokus endaði hóskvøldið við einum braki í nýumvælda Spinnarínum. Les meira »

Myndarøð: Klaksvík í fokus mikukvøld
18/10/2018

Fitt av fólki vóru við, tá Skúlatrøð og ítróttarøkið vóru í fokus mikukvøldið. Les meira »

Virkin eldri seta sín dám á býarmyndina
18/10/2018

”Virkin eldri” er vorðið eitt afturvendandi og vælkent hugtak, og sæst tað aftur í býarmyndini, at fólkapensjónistar í Norðoyggjum… Les meira »

Vís fleiri