Tíðindi

22.04.2024
Kunngerð: Uppskot til byggisamtykt fyri Svínoy

Við heimild í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 31 frá 17. mars 2022, verður við hesum boðað frá, at Klaksvíkar býráð hevur samtykt uppskot um almenna byggisamtyktina fyri Svínoy. Uppskotið verður hervið sent til almenna hoyring.

Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot skulu verða Klaksvíkar kommunu í hendi í seinasta lagi 03.06.2024. Tá ið mótmæli ella broytingaruppskot verða latin, viðmerkið máls.nr. 21/01716

  • Eingin byggisamtykt er frammanundan í Svínoy.
  • Broytingin umfatar alla Svínoyar bygd.

Tilfar, sum lýsir uppskotið fyri byggisamtykt fyri Svínoy liggur frammi til alment eftirlit í Miðlan í Klaksvík frá 22.04.2024 – 13.05.2024 og er somuleiðis at síggja á heimasíðu kommununnar.

Les meira her: Uppskot til byggisamtykt fyri Svínoy

Onnur tíðindi
01.05.2024

Virkin spurnarkapping

01.05.2024

Byggisamtyktarbroyting fyri E5 (miðstaðarøkið)

30.04.2024

Ferðslan 4. mai

30.04.2024

Námsfrøð­ingur til vøggustovuna Lítlabjørn