Tíðindi

28.05.2024
Varaleiðari til Blákolluna í Klaksvík

Er tað tær vit leita eftir? kundi tú hugsa tær at ment tínar leiðslu førleikar so kann starvið sum varaleiðari verða eitt gott fet á leiðini við møguleika fyri persónligari menning og fakligari sparring.

Sum varaleiðari hevur tú egið ábyrgdarøki, og skalt tú kunna taka fulla ábyrgd, tá leiðarin ikki er tøkur. Í samráð við leiðaran verður gerandisdagurin hjá varaleiðarinum skipaður við 5 tímum til leiðslu og 30 tímum sum partur av starvsfólkahópinum á stovunum, har tú fært møguleika fyri at mynda og byggja víðari á verandi námsfrøðiliga arbeiði.


Um Blákolluna
Blákollan er kommunalur dagstovnur hjá Klaksvíkar kommunu, staðsettur á Kjalarvegi 30. Stovnurin búleikast í trimum hæddum og er skipaður við einari stovueind í hvørjari hædd. Í Blákolluni er pláss er fyri 48 børnum í aldrinum 0-6 ár, og vit arbeiða við námsfrøðiliga amboðnum Betri vinir, sum ger tað lættari at styrkja barnafelagsskapin og fyribyrgja happing við støði í virðunum tolsemi, virðing, umsorgan og dirvi.


Vit ynskja, at tú:
• Hevur royndir innan barnaansingarøkið
• Kann arbeiða sjálvstøðugt
• Ert virkin, røkin og hevur lætt við at samstarva
• Hevur hug og áræði at skapa umstøður har børnini gleðast, trívast og mennast.


Førleikar og væntanir:
• Útbúgving sum námsfrøðingur
• Hug og hegni at leiða, kveikja og før/-ur fyri at geva íblástur til starvsfólkið
• Námsfrøðiligar hugsjónir, sum kunnu gagna stovninum
• Vilja til at seta teg inn í umsitingarligar uppgávur, so sum fíggjarætlan, lønir o.a.
• Ert opin fyri at skilja støðuna hjá øðrum og síggja loysnir 


Seturnarviðurskifti:
Talan er um eitt fast starv á 35 tímar, at byrja 12. august 2024 ella eftir nærri avtalu. Løn og seturnarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Kommunala arbeiðsgevarafelagið og Føroya Pedagogfelag.
Um so er, at námsfrøðingur ikki søkir, kann atstøðingur ella hjálparfólk verða sett í eitt tíðaravmarkað starv á 30 tímar.

Setanarsamrøður verða væntandi í viku 25, og arbeiðsgevarin hevur skyldu til at fáa barnaváttan, áðrenn setanin verður framd.

Skrivlig umsókn, saman við prógvi og viðmælum skal vera okkum í hendi seinast sunnudagin 16. juni 2024. Tú søkir starvið við at trýsta á leinkjuna her: Varaleiðari til Blákolluna


Um hetta er nakað, tú brennur fyri, og vilt tú vita meira, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Susan Hansen, leiðara á tlf. 229274. ella Niels Juel Arge, leiðara fyri dagstovnaøkið, á tlf. 410093.

Onnur tíðindi
21.06.2024

Endur­nýtslan stongd fram til 1. juli

21.06.2024

Fráfaringarløta fyri Vagn Foldbo

19.06.2024

Námsfrøð­ingur til Dr. Margrethu barnagarð

18.06.2024

Dagstovnaeindin á Húsum fekk navnið “Blómugarður”