Tíðindi

19.06.2024
Námsfrøðingur til Dr. Margrethu barnagarð

Vit søkja eftir námsfrøðingum, at byrja 12.08.2024 ella eftir nærri avtalu. Arbeiðstíðin er ímillum 7.30 og 17.00. Størvini eru at arbeiða við børnum frá 0 til 6 ár. Tímatalið er millum 20 og 40 tímar um vikuna.

Vit kunnu bjóða tær eitt lívsjáttandi starv saman við børnum, har tú fart møguleikan at geva teimum ein innihaldsríkan góðan dag. 
Stovnurin liggur væl fyri, mitt í býnum, tætt við skúlan, filmeikarhallirnar, fótbóltsvøllin, (rennibreytina), bókasavnið og onnur almenn spælipláss v.m., ikki langt frá fjøru og haga. Hesar fyrimunir brúka vit nógv.

Møguleikarnir er nógvir at uppliva í nærumhvørvinum saman við góðum starvsfólkum og vælvirkandi barnabólki.


Lønar- og setanarviðurskiftir sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, lønarstig 11 / 24. 


Meira fæst at vita við at venda sær til Marjun Lassen, leiðara, á tlf. 455557 / 212557 ella Hedvig Waagstein, varaleiðara, á tlf. 216734.


Skrivlig umsøkn við prógvi, ummæli, o.ø skal verða okkum í hendi í seinasta lagi hósdagin 4.juli 2024, kl. 12.00.

 

Dr. Margrethu Barnagarður
Gerðagøta 14
F0 – 700 Klaksvík
T-post margretha@margretha.fo


Tú kanst lesa meir um okkum á heimasíðuni  www.margretha.fo

 

Onnur tíðindi
18.10.2024

Hvørji frítíðartilboð eru í kommununi?

16.10.2024

Vatntrýstið óstøðugt á eystur­síðuni

15.10.2024

Almennur kunningarfundur um kommunuætlanina

10.10.2024

Skrúvað verður fyri vatninum