Tíðindi

24.06.2024
RynkebyFerðin til París byrjar hósdagin

27. juni byrjar súkkluferðin hjá Team Rynkeby, og aftur í ár er fráferðin úr Klaksvík.

Súkkla verður kl. 11.15 frá Smæruni á Kjalarvegi 48, men áðrenn fráferðin verður skipað fyri hugnaløtu við tónleiki, røðum og ábiti. Børn úr dagstovninum, Blákollan selja myndlist og lata stuðulin til Team Rynkeby. Eisini verða tvær gávuhandanir. 

Kl. 10.30 byrjar tiltakið. Karl Johansen, borgarstjóri, og Sigrun Niclasen, umboðandi Team Rynkeby, halda røður og aftaná verður bjóðað kaffi og lagkøka í Smæruni. Eisini verður okkurt gott til børnini. 

Øll eru hjartaliga vælkomin

Onnur tíðindi
27.06.2025

Nýggja gólvið í KÍ høllini tekur skap

26.06.2025

Ferðin úr Klaksvík til París er byrjað

25.06.2025

Býráðsskráin 26. juni 2025

24.06.2025

Ferðin hjá Team Rynkeby byrjar hósdagin