Tíðindi

15.08.2024
Skrivstovufólk til bókhaldið hjá Klaksvíkar kommunu

Hava tøl tín stóra áhuga? Vilt tú gera mun og vera við at mynda fjølbroytta bókhaldið hjá næststørstu kommunu í Føroyum? Vit søkja eftir skrivstovufólki til roknskapardeildina at byrja 1. oktober 2024.

Vit bjóða tær at verða partur av bókhaldinum, har tit vera tvey starvsfólk umframt roknskaparleiðaran. Bókhaldið er ein týðandi partur í dagliga virkseminum hjá kommununi, har tú fært ein sjálvstøðugan arbeiðsdag, ið inniheldur alt vanligt bókhaldsarbeiði, røkt av skuldarum og ognarum, tollavgreiðslu, fakturering, avstemming, umsita kassan, skrásetingar og ognaryvirlit, innlesing av bókhaldsfílum umframt samskifti við veitarar, starvsfólk og borgarar. Tú fært sjálvandi eina góða upplæring í starvinum og teimum skipanum, sum vit nýta.

Førleikakrøv:

• viðkomandi útbúgving innan bókhald og/ella royndir, ið kunnu javnsetast við útbúgving 

• góðan KT-førleika, og at tú lættliga kanst seta teg inn í okkara skipanir

Vit ímynda okkum eitt starvsfólk, sum:

• hevur góðan kunnleika til bókhaldsarbeiði

• hevur góð evni at samstarva tvørtur um fakøki

• er fyrikomandi og tænastusinnað

• hevur evni at arbeiða sjálvstøðugt og hevur gott yvirlit

• tolir at verða avbrotið í sínum arbeiði 

• er málsøkið og hevur ein eyðsýndan røkjuskap

Setanarviðurskifti: 

Talan er um fulltíðarstarv, ið verður sett sambært sáttmála millum KAF og Starvsfelagið, lønarflokkur 4.

Møguleiki er fyri at arbeiða niðursetta tíð.

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Henry Mellemgaard, roknskaparleiðara, telefon 410011, ella Rúna Rasmussen, kommunustjóra, telefon 224021.

Umsókn: 

Umsókn við prógvi, lívsrensli og øðrum viðkomandi skjølum skal vera okkum í hendi seinast sunnudagin 18. august 2024. 

Setanarsamrøður verða væntandi í viku 34. 

Tú søkir starvið við at trýsta á leinkjuna her: Skrivstovufólk til bókhaldið

Umsøkjarar verða mettir eftir fakligum og persónligum førleikum. Kommunan tilskilar sær rættin til ikki at seta nakran av umsøkjarunum og, um neyðugt, at lýsa starvið leyst av nýggjum.

______________________________________________________________________________________________

Bókhaldið hjá Klaksvíkar kommunu er bygnaðarliga partur av stjórnarskrivstovuni. Tín starvsdagur verður í umsitingini saman við á leið 40 starvsfólkum, sum umboða fjølbroytt fakøki.

Klaksvíkar kommuna er næststørsta kommuna í landinum og hevur umleið 350 fólk í starvi. Fyrisitingin er skipað í eitt trivnaðarøki, vinnu- og mentanarøki og eitt tekniskt øki. Harumframt fevnir umsitingin um eina stjórnarskrivstovu, sum er mannað við ymiskum fakbólkum á fjølbroyttum fakøkjum. Les meira um kommununa á klaksvik.fo.

Onnur tíðindi
01.11.2024

Fráfaringarløta fyri Noomi

31.10.2024

4 starvs­fólk til vegadeild­ina

30.10.2024

Býráðsfundur hósdagin 31. oktober

30.10.2024

Minningarhald teirra sjólátnu