Tíðindi
Søkt verður eftir einum stjóra, sum við virkisfýsni gongur á odda fyri tekniska økinum saman við mongum dugnaligum og ágrýtnum starvsfólkum. Sum tekniskur stjóri kemur tú í eitt spennandi og avbjóðandi starv, har tú – saman við leiðslu, borgarstjóra, býráðspolitikarum og ikki minst starvsfólkum á tekniska økinum – gongur á odda fyri at røkka teimum málum, ið kommunan setur sær. Um tú brennur fyri leiðslu og ynskir at hava ein týðandi leiklut í at menna Klaksvíkar kommunu, so ert tú kanska tann stjórin, sum vit leita eftir.
Arbeiðsøkið
Tekniska deild er skipað í tvær høvuðseindir:
• umhvørvi og býarskipan, sum fevnir um byggi- og býarskipan, byggimálsviðgerð, umhvørvi, býarfríðkan, o.a.
• tekniska økið, ið stílar fyri teimum meir fremjandi uppgávunum, so sum vegir, ljós, kloakkir, fastognir, vatn, o.a.
Arbeiðsuppgávur
Í góðum samstarvi við leiðsluna og politisku skipanina at mynda teknisku deildina og tekniska økið sum heild, herundir at leiða og ganga á odda fyri at tryggja bæði trivnað og fakliga menning.
At stremba eftir at veita borgarum og vinnufyritøkum eina tænastu á høgum stigi – dygdargott, effektivt og fyrikomandi.
Sum tekniskur stjóri er samskiftið við starvsfólk, leiðslu og aðrar myndugleikar umráðandi. Tað er ein fyritreyt, at umsøkjarar hava góðar samskiftisførleikar.
Sum stjóri fært tú ábyrgdina av dagligu leiðsluni og menningini av tekniska økinum umframt at vera partur av leiðslutoyminum saman við borgarstjóra, kommunustjóra, vinnu- og mentanarstjóra og trivnaðarstjóra. Tú verður eisini við í arbeiðnum at gera eina langtíðarætlan (kommunuætlan) fyri Klaksvíkar kommunu.
Høvuðsuppgávur eru millum annað at:
• leiða og menna teknisku deild og tekniska økið sum heild
• tryggja, at politiskar avgerðir verða framdar í verki
• leiða langskygt og strategiskt
• hava fíggjarliga og fyrisitingarliga ábyrgd av tekniska økinum
• ráðgeva leiðslu, nevndum og býráði í tekniskum, býarskipanarligum og umhvørvisligum málum
• tryggja góða fyrisiting og tænastur til borgarar og samstarvsfelagar
• ganga á odda, soleiðis at umsitingin verður í fremstu røð á avvarðandi ábyrgdarøkjum
• tryggja góða stýring og leiðslu av verkætlanum og greiða kunning til nevndir, býráð og leiðslu um støðuna og gongdina í raðfestum verkætlanum
Umráðandi er, at tú hevur:
• leiðsluatferð, sum mennir starvsfólkið og skapar trivnað
• royndir í fíggjarstýring og hegni at fremja effektiviseringar og skipa greiðar mannagongdir
• góðar fyrisitingarligar og málsligar førleikar
• gott strategiskt skil og framskygda leiðslutilgongd
• nýhugsandi tankagongd, ert virkisfús/ur og dugir at seta greið mál og skapa úrslit
• góð evni at raðfesta, samskipa og avhanda uppgávur
• vilja og dirvi at taka avgerðir og at standa við tær
• góðar førleikar at samskifta greitt
• góð evni at leiða verkætlanir og tryggja, at tær verða framdar
• álitisvekjandi atburð og ert tænastusinnað/ur
Umsøkjari, ið verður settur, skal hava gott innlit í tær treytir, sum galda fyri kommunalar fyrisitingar, viðkomandi royndir at leiða verkætlanir og innlit í tekniska økið.
Somuleiðis er sera týðandi, at umsøkjari hevur vilja og hegni at ganga á odda, og at hann saman við leiðsluni, politisku skipanini og starvsfólkum megnar at røkka settum málum.
Vit bjóða
Eitt spennandi og avbjóðandi starv við góðum møguleikum fyri fakligari og persónligari menning í einum nútímans og livandi arbeiðsumhvørvi. Tú verður partur av einum royndum og eldhugaðum toymi á teknisku deild, ið leggur dent á at loysa uppgávur skjótt og væl.
Førleikakrøv
Umsøkjarar eiga at hava:
• viðkomandi útbúgving frá lærdum háskúla ella aðra viðkomandi útbúgving saman við viðkomandi royndum
• leiðsluroyndir frá tí almenna og/ella privata arbeiðsmarknaðinum
Umsøkjarar verða mettir eftir leiðsluligum, fakligum og persónligum førleikum.
Setanar- og lønartreytir
Starvið verður lønt í 36. lønarflokki hjá Tænastumannafelagi Landsins, tó uttan at vera tænastumannastarv. Harumframt verða 15% goldin í eftirlønargjaldi.
Stjórin hevur tilvísing til kommunustjóran.
Talan er um áramálssett starv - 5 ár. Latin verður ein áramálsviðbót, 15%.
Vilt tú hava meira at vita um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Rúna Rasmussen, kommunustjóra, tel. 224021, runir@klaksvik.fo.
Umsóknarfreistin er sunnudagin 18. august. Setanarsamrøður verða væntandi í viku 34.