Tíðindi

09.07.2024
Vøllurin á Djúpumýru altjóða góðkendur

FIFA hevur góðkent vøllin á Djúpumýru! Hetta merkir, at vøllurin hevur fingið eina sokallaða FIFA Pro góðkenning, og at møguleiki nú er at leika altjóða dystir í Klaksvík.

Karl Johansen, borgarstjóri, sigur, at hetta er ein liður í at framtíðartryggja stadionøkið. Nú arbeiðið við hotellinum eisini er farið í gongd, ber til at planleggja stórar altjóða kappingar í býnum. Tað er sanniliga spennandi fyri okkara bý. 

Tað er ongin loyna, at stórar íløgur eru gjørdur á og kring Djúpumýru. 

Áskoðaraplássini eru munandi økt seinnu árini, umframt at nýggja stadionøkið nú hevur fingið góð og nýmótans skiftingarrúm, venjarahøli, dómarahøli, skrivstovuhøli og aðrar umstøður, ið lúka altjóða krøv. 

Í løtuni er kommunan í gongd við 'Hornaskýlið'. Arbeiðið fevnir m.a. um at útbyggja sitiplássini við 180 plássum og fleiri wcum, umframt at fleiri goymslurúm vera í niðaru hæddini.

Onnur tíðindi
18.10.2024

Hvørji frítíðartilboð eru í kommununi?

16.10.2024

Vatntrýstið óstøðugt á eystur­síðuni

15.10.2024

Almennur kunningarfundur um kommunuætlanina

10.10.2024

Skrúvað verður fyri vatninum