Tíðindi

04.09.2024
Nýggja barnabókasavnið letur upp 3. sep.

Mikudagin 4. september kl. 15.00 letur nýggi parturin av barnabókasavninum í gomlu hølunum hjá Visit Norðoy, á Biskupsstøðgøtu 11. Tá ið hurðarnar lata upp mikudagin verður sangur og røður á skránni. Eisini verður okkurt leskiligt til bæði børn og vaksin.

Bókasavnið hevur altíð havt eitt økið til smærri børn, men við hesum gerast umstøðurnar enn betri og rúmligar. Tí við nýggju hølunum fáa børnini undir skúlaaldur, saman við foreldrum, góðar umstøður bæði at lesa, spæla og hugna sær.

Bókasavnið hevur opið gerandisdagar frá kl. 10.00 til 17.00 og leygardagar frá 10.00 til 13.00

Øll eru vælkomin.

Onnur tíðindi
12.10.2026

Almenna byggisamtyktin fyri Klaksvíkar kommunu endur­skoðað og góðkend

08.10.2026

35 nýggj barna­garðspláss í Baldursbrá

07.10.2026

Móttøka í Baldursbrá

06.10.2026

Vatnveiting óstøðug á eystur­síðuni