Tíðindi
Klaksvíkar kommuna fer í vikuni at umvæla kloakkleiðingina á Geilini. Kloakkleiðingin verður umvæld við at fóðra leiðingina innan. Arbeitt verður í dagtímunum frá kl. 07.00 til 20.00.
Amboðini eru stór og fylla nógv. Tí verður heitt á borgarar í økinum um at flyta bilarnar til annað p-pláss, soleiðis at borgarar altíð slepp avstað við bilinum.
Luktur
Henda reinsingin elvir vanliga ikki til nakran ampa. Í einstøkum førum kann ein serligur plastluktur koma fyri. Varnast tú henda luktin, hjálpir tað at stoyta vatn í vatnlásini í vaskum, frárensl í gólvinum og vesikummur.
Spar uppá vatnið
Tá ið kloakkleiðingarnar verða reinsaðar, er umráðandi, at so lítið vatn sum til ber, rennur í kloakkleiðingum. Tí heita vit á teg um at avmarka vatnnýtsluna, tá ið kloakkleiðingin verður umvæld.
Góð ráð
Heitt verður á borgarar um at taka hesi atlit til tess at minka um ampan, tá ið spulað verður:
- Legg eina tvøgu yvir kummuna. Koyr vesibrettið aftur og set okkurt tungt á brettið – eitt nú bøkur ella eina spann við vatni í.
- Tipp øll frárensl (frárensl á gólvi, í vaskum, baðikari) við einum vátum lappa. Set okkurt tungt oman á frárenslini.
- Tá ið spulingin er liðug, stoyt so vatn í frárenslini. Hetta verður gjørt, tí vatnlásið kann verða tømt.
Kunna teg nærri á heimasíðuni hjá Klaksvíkar kommunu ella set teg í samband á tlf. 410000.
Eisini ber til at seta teg í samband við arbeiðstakarin á staðnum.