Tíðindi
16.09.2024
Ruddaðu gomul dekk
Leygardagin skipaði Faroe Dive fyri rudding av gomlum lastbiladekkum fram við Kósakaini. Arbeiðið varð framt í góðum samstarvi við Klaksvíkar Havn og manningina omborð á Brimili.
Ruddað varð við bryggjuna fram við Kósavirkinum. Vinnukavarar svumu fram við bryggjuni og festu endar í dekkini. Síðan tók Brimil dekkini upp á land, og Klaksvíkar Havn hevur átikið sær at beina dekkini burtur. Tá dekkini vóru tald upp, vóru 108 gomul lastbiladekk komin upp.
Karl Johansen, borgarstjóri, var á staðnum, tá ið dekkini vóru tikin upp. Hann fegast um hetta framúr arbeiðið, sum nú er gjørt, tí órudd á havbotninum kunnu gera skaða á skip, umframt at hetta eisni dálkar okkara náttúru.
Onnur tíðindi
12.12.2025
Útboð av lendi til fjølbroyttar bústaðir á Fossum
10.12.2025
Breiðka Flatnavegin á Norðoyri
10.12.2025
Enn ein byggisamtyktarbroyting í Klaksvík góðkend
08.12.2025
