Tíðindi

26.09.2024
Kommunan enn merkt av netálopi

Sum kunnugt varð Klaksvíkar kommuna rakt av netálopi um vikuskiftið. Hetta merkir, at teldusníkar hava lagt hald á telduskipanir hjá kommununi.

Karl Johansen, borgarstjóri, sigur, at støðan er álvarsom, tí kommunan hevur onga atgongd til sínar dátur. Arbeitt verður við at fáa greiðu á, hvussu umfatandi álopið er, men sannlíkt eru viðkvæmar upplýsingar komnar í skeivar hendur.

Serkøn fólk, sum hava royndir við tílíkum, arbeiða í løtuni saman við avvarðandi myndugleikum fyri at finna útav, hvat er hent, og hvør avleiðingin verður. Samstarvað verður við bæði løgregluna, KT-Landsins og kt-veitarar. Fráboðan er somuleiðis send Dátueftirlitinum. 

Borgarstjórin, sum eisini er stýrisformaður í Norðoya Bú- og Heimatænastu, leggur afturat, at arbeiðsstøðan hjá umsitingini er nógv merkt av støðuni, men í høvuðsheitum virka flestu tænastuveitingar, bæði hjá Klaksvíkar kommunu og Norðoya Bú- og Heimatænastu.

Onnur tíðindi
12.02.2026

Miðlan stongt 13. februar

12.02.2026

Klaksvíkar kommuna tikið av tilboði frá Formula

11.02.2026

Torraskráin 2026 er tøk

10.02.2026

Samstarv norð­anfyri Hórisgøtu