Tíðindi

15.10.2024
Almennur kunningarfundur um kommunuætlanina

Mánakvøldið 21. oktober kl. 19.30 verður boðið til almennan kunningarfund í Varpinum, har greitt verður nærri frá um, hvussu Klaksvíkar kommuna fer at skipa arbeiðið við kommunuætlanini, sum í høvuðsheitinum skal mynda stóru linjurnar fram til 2040.

Í vár samtykti Klaksvíkar býráð, at farast skal undir eina kommunuætlan, sum m.a. skal tryggja, at skiftandi býráð skipa og leiða kommununa inn í eina framtíð, sum byggir á haldgóðar og burðardyggar loysnir.


Arbeiðstilgongd
Tað eru nógvir ymiskir hættir at loysa eina slíka uppgávu, men støða er tikin til, at høvuðsorðið í hesi verkætlanini er samskapan. Tað merkir, at arbeiðið skal vera væl kjølfest í býráðnum, samstundis sum allir viðkomandi partar skulu kunnast, hoyrast og takast við í arbeiðið.

Skipað verður tí fyri almennum kunningarfundum, samrøðum í smærri bólkum, umframt at møguleiki skal vera at geva sítt íkast til verkætlanina umvegis teldupostin kk2040@klaksvik.fo 

Endamálið við fundinum mánakvøldið er at greiða almenninginum frá arbeiðinum við hesari heildarætlan, sum uttan iva verður eitt gott úrslit, um samstarvið millum kommununa og borgarin eydnast væl. 

Onnur tíðindi
10.07.2025

Rottangatøming í Svínoy

09.07.2025

Ferðslu­kunning í samband við Conference Leauge dyst hjá NSÍ

07.07.2025

Felags gagnnýtsla av okkara karmum – tað er leiðin fram

07.07.2025

Ferðslu­kunning í samband við Champions Leauge dyst hjá Víkingi