Tíðindi

12.11.2024
Valstøð í kommununi

Samsvarandi lýstu kunngerð frá Løgmálaráðnum er kommunuval týsdagin 12. november 2024. Samstundis er val til staðbundnar nevndir. Atkvøðutíðin verður frá kl. 10:00 til 20:00, og so leingi veljarar koma til valborðið uttan steðg.

Valið fer fram á hesum støðum

KÍ – høllin í Klaksvík (Klaksvík, Ánirnar og Norðoyri)
Valstýrari: Eydna Klakkstein Thomsen, formaður

Róðrarneystið í Árnafirði (bygdin Árnafjørður)
Valstýrari: Guttorm F. Pálsson, formaður

Skúlin í Mikladali (bygdirnar: Mikladalur og Trøllanes)
Valstýrari: Herfrí Sørensen, formaður

Skúlin á Húsum (bygdirnar Húsar og Syðradalur)
Valstýrari: Fríða Isaksen, formaður

Gamligarður (bygdin Svínoy)
Valstýrari: Hanna Jacobsen, formaður

Atkvøðutíðin verður frá kl. 10:00 til 20:00, og so leingi veljarar koma til valborðið uttan steðg.

Brævatkvøður
Veljarar, ið vænta at verða burturstaddir valdagin ella á annan hátt lúka treytirnar fyri at greiða brævatkvøðu, kunnu í seinasta lagi dagin fyri valið greiða brævatkvøðu við at venda sær til Miðlan/kommunuskrivstovuna.
Brævatkvøður skulu verða valnevndini í hendi innan valið byrjar kl. 10:00 valdagin.

Heimaval
Veljarar, ið vegna sjúku ella vantandi førleika, ikki kunnu møta við valborðið, kunnu velja heima í seinasta lagi dagin fyri valið við at boða frá á Miðlan telefon 41 00 00 innan kl. 12 mánadagin tann 11. november 2024.

Valkort
Valkort verða send út við postinum. Um onkur, ið heldur seg hava valrætt í kommununi, ikki fær valkort sendandi, verður viðkomandi vinaligast biðin um at venda sær til Miðlan / kommunu-skrivstovuna skjótast gjørligt.

Onnur tíðindi
19.03.2025

Earth hour í Klaksvík

19.03.2025

Býráðsskráin 20. mars

17.03.2025

Send okkum títt hugskot!

12.03.2025

Grækarismessuhald í Varpinum