Tíðindi

04.11.2024
Starvsfólk til Blómugarð á Húsum

Klaksvíkar kommuna søkir eftir námsfrøðingi, námsfrøðiligum atstøðingum ella hjálparfólki til Blómugarð á Húsum. Talan er um starv á 35 tímar, við møguleika at tillaga tímatalið eftir rætta umsøkjara, so tað hóskar best fyri stovn og starvsfólk. Starvsbyrjan er 1. desembur 2024.

Blómugarður hevur frálíka staðseting mitt í Húsa bygd. Náttúran, nærumhvørvið og bygdarmentanin er tí ein týðandi partur av námsfrøðiliga arbeiðinum í Blómugarði.
Talan er um eina samansetta stovu, har fyrstu børnini byrjaðu í februar 2024, og eru tey í aldrinum 1 ár til og við 2.flokk. 

Vit kunnu bjóða:
• Eitt nýtt, spennadi og fjøldbroytt starv, har námsfrøðin, barnabólkurin og einstaka barnið er í miðdeplinum.
• Eitt starv, har tú setur dám á gerandisdegin.
• Møguleikan at verða við til at menna og mynda nýggju stovueindina

Vit vænta, at tú:
• hevur ein savnandi hugburð
• ert opin, erlig/ur og fyrikomandi
• leggur teg eftir at geva barninum ein innihaldsríkan gerandisdag
• ert tilvitað/ur um menningina hjá einstaka barninum
• ert týðilig/ur í samskifti og leggur dent á gott samstarv 

Setanarviðurskifti:
Løn og setanarviðurskiftið eru sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið (KAF) og Føroya Pedagogfelag. 
Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Niels Juel Arge, samskipara á dagstovnaøkinum, á telefon 284538
Arbeiðsgevarin hevur skyldu til at fáa barnaváttan, áðrenn setanin verður framd.

Umsókn: 
Umsókn við prógvi, lívsrensli og øðrum viðkomandi skjølum skal vera okkum í hendi seinast 18. novembur 2024. 

Tú søkir starvið við at trýsta á leinkjuna her: Starvsfólk til Blómugarð

Onnur tíðindi
09.12.2024

Skipandi býráðsfundur hósdagin 12. desember

07.12.2024

Skoytubreytin letur upp

05.12.2024

Býarbussu­rin koyrir aftur

05.12.2024

Húsið stongt seinnapartin