Tíðindi

20.11.2024
Avbjóðingar at rudda kava

Nú nakað av kava er komið niður, leggur kommunan stóran dent á kavagrevstur kring býin og kommununa annars. Tíverri eru nakrar avbjóðingar, ið ger, at hetta arbeiðið gongur nakað seinni enn vanligt.

Støðan er, at tann stórsta maskinan til kavagrevstur ikki er tøk í løtuni, og enn vita vit ikki, nær hendan maskinan er tøk aftur. Arbeitt verður við at finna aðra maskinu, sum kommunan kann leiga, men hetta er ikki komið uppá pláss enn. Kommunan harmast sjálvsagt um støðuna, og verður arbeitt av øllum alvi, við teimum amboðum, sum eru tøk.

Onnur tíðindi
28.08.2026

Kunning um ljóðmát­ingar í Norð­havnini

27.08.2026

Nýggj skipan til streymnýtslu hjá smábátum

26.08.2026

Dátueftirlitið hevur lokað málið um trygdarbrotið í 2024

26.08.2026

Virkið Heyst verður aftur í oktober