Tíðindi

24.02.2025
Einvegis ferðsla á Kráargøtu og Heygavegi

Klaksvíkar kommuna fer í næstum at einsrætta Kráargøtu (norðureftir) og Heygavegin (suðureftir). Talan um eina royndarverkætlan, sum verður eftirmett seinni í ár. Hetta verður gjørt fyri at bøta um trygdina kring skúlaøkið.

Í 2024 bað kommunan ráðgevarafyritøkuna Ráð um at koma við eini meting av ætlanini um at einsrætta hesar báðar gøturnar, og tað er við støði í hesum metingum, at hendan avgerðin er tikin.

Hendan ætlanin hevur verið uppá tal í rúma tíð, og á sumrið 2024 varð hetta eisini roynt, tá ið hesir vegir vóru einsrættaðir í samband við vegarbeiði á Stangavegnum.

Betri ferðslutrygd er nakað, sum borgarakanningin greitt vísti á, og sum býráðið hevur sett pening av til í ár, nevnliga at betra um trygdina og ferðsluviðurskiftini í miðbýnum og kring Skúlatrøð.

Neyðug skelti eru sett upp, og broytingarnar koma í gildi frá mikudegnum (26. feb.) at rokna.

Onnur tíðindi
19.12.2025

Nýggj freist - Útboð av lendi til fjølbroyttar bústaðir á Fossum

19.12.2025

Klaksvíkar kommuna á Jobmatch 2025

18.12.2025

Býráðsskrivstovan um jólini

18.12.2025

Jól og nýggjár: Broytingar í innsavningini