Tíðindi

24.02.2025
Eivegis ferðsla á Kráargøtu og Heygavegi

Klaksvíkar kommuna fer í næstum at einsrætta Kráargøtu (norðureftir) og Heygavegin (suðureftir). Talan um eina royndarverkætlan, sum verður eftirmett seinni í ár. Hetta verður gjørt fyri at bøta um trygdina kring skúlaøkið.

Í 2024 bað kommunan ráðgevarafyritøkuna, Ráð, um at koma við eini meting av ætlanini um at einsrættað hesar báðar gøturnar, og tað er við støði í hesum metingum, at hendan avgerðin er tikin.

Hendan ætlanin hevur verið uppá tal í rúma tíð, og á sumrið 2024 var hetta eisini roynt, tá ið hesir vegir vóru einsrættaðir í samband við vegarbeiðið á Stangavegnum.

Betri ferðslutrygd er nakað sum borgarakanningin greitt vísti á, og sum býráðið hevur sett pening av til í ár, nevnliga at betra um trygdina og ferðsluviðurskiftini í miðbýnum og kring Skúlatrøð.

Neyðug skelti eru sett upp, og broytingarnar koma í gildi frá mikudegnum (26. feb.) at rokna.

Onnur tíðindi
19.03.2025

Earth hour í Klaksvík

19.03.2025

Býráðsskráin 20. mars

17.03.2025

Send okkum títt hugskot!

12.03.2025

Grækarismessuhald í Varpinum