Tíðindi

27.02.2025
Kommunustjórin og býráðið hava endað samstarvið

Klaksvíkar kommuna og Rúni Rasmussen, kommunustjóri, eru blivin samd um at enda samstarvið.  Rúni Rasmussen steðgar formliga í starvinum 1. mars, men verður tøkur at ráðgeva býráðnum og umsitingini í nakrar mánaðir.

Karl Johansen, borgarstjóri, sigur, at Klaksvíkar kommuna ynskir at takka Rúna Rasmussen fyri hansara virðismikla arbeiði í kommununi, og ynskir honum alt tað besta framyvir.

Tað verður John Færø, trivnaðarstjóri, sum verður virkandi kommunustjóri, inntil nýggjur kommunustjóri verður settur.

Rúni Rasmussen tók við starvinum sum kommunustjóri 1. aug. 2021. Starvið sum kommunustjóri var áramálasett í 5 ár.

Onnur tíðindi
09.09.2026

Bárður á Lakjuni vitjaði Klaksvíkar Kommunu

07.09.2026

Námsfrøð­ingar og hjálpar­fólk til Dr. Margrethu Barnagarð

04.09.2026

Vitjan úr Sisimiut í Grønlandi

04.09.2026

Endur­nýtslan er stongd