Tíðindi
06.05.2025
Lendi til íbúðarverkætlan til sølu
Klaksvíkar býráð hevur samtykt at seta lendi til íbúðarverkætlan niðan Horn til sølu
Í lýsingini av søluni stendur, at tað er upp til tey bjóðandi at koma við skitsuuppskoti um, hvussu byggingin verður skipað, men kravið er, at fýra íbúðir skulu gerast sambært almennu byggisamtyktini. Búeindirnar kunnu verða bygdar til leigubústaðir, lutabústaðir ella eigarabústaðir.
Økið er uml. 630 m2 til støddar, og kostnaðurin fyri økið, sum er til sølu, er kr. 1.150 kr/m2, t.v.s. kr. 724.500,-.
Nærri kunning um søluna, og krøv til íbúðarverkætlanina, fáast her:
Fylgiskjal 1. Matrikkul NH48.pdf




Onnur tíðindi

10.07.2025
Rottangatøming í Svínoy

09.07.2025
Ferðslukunning í samband við Conference Leauge dyst hjá NSÍ

07.07.2025
Felags gagnnýtsla av okkara karmum – tað er leiðin fram

07.07.2025