Tíðindi

18.02.2026
Filmskvøld og prát um skisofreni

Í samstarvi við Klaksvíkar kommunu bjóðar Sinnisbati til filmskvøld og prát um skisofreni. Hetta er fyrsta av fleiri sýningum kring landið. Tiltakið er ókeypis og øll eru vælkomin.

Skisofreni er helst tann sálarlíðingin, ið flestu fordómar og misskiljingar eru knýttar at, hetta, hóast nógv fólk liva við sjúkuni.

Sinnisbati bjóðar til filmskvøld og prát við tema skisofreni. Tað verður sýning við heimildar stuttfilminum 'Mammuskepilsið', prát við leikstjóran og fyrilestur um skisofreni.

Fyrsta sýningin verður í Miðhøllini á Skúlatrøð í Klaksvík 2. mars kl. 19.00.

Skrá:

Kl. 19:00: Vælkomin

Kl. 19:05: Marin Magnusardóttir Østerø: Hvat er skisofreni?

Kl. 19:30: Sýning av heimildarfilminum Mammuskepilsið

Kl. 20:00: Samrøða við Mariu Tórgarð

Hvat er skisofreni?
Áðrenn filmssýningina fer Marin Magnusardóttir Østerø í stuttum at greiða frá eyðkennunum við skisofreni og loysa nakrar av misskiljingunum knýttar at líðingini.

Filmskvøld og prát:

Mammuskepilsið er endafilmurin hjá Mariu Tórgarð frá Stockholm University of the Arts. Filmurin er í uppskoti til Geytavirðislønina 2026. Høvuðsleikarar í filminum eru: Maria Tórgarð, Katarina Nolsøe og Hans Tórgarð.


Samandráttur: Mammuskepilsið vaknar. Dóttirskepilsið roynir at nærkast henni. Mamma Mariu hevur altíð tosað um sína skisofreni sum eitt skepilsi. Leikstjóri, Maria, roynir at bjóða skepilsinum vælkomið í hesum hybrid heimildarfilminum.

At enda verður samrøða við Mariu Tórgarð, leikstjóra, um tilgongdina til filmin, samt at vera avvarðandi. Høvi verður at seta leikstjóranum spurningar.

Yrkingasavnið ‘Leitanin eftir at vera’ eftir Katarinu Nolsøe verður til sølu á kvøldinum.


Leinkja til trailara:

https://www.youtube.com/watch?v=7abHIMzsFyE

 

Onnur tíðindi
17.02.2026

Kom og sig tína hugsan um ferðavinnu í Norð­oyggjum

12.02.2026

Miðlan stongt 13. februar

12.02.2026

Klaksvíkar kommuna tikið av tilboði frá Formula