Tíðindi

13.11.2025
Ein væleydnaður rørsludagur

Fyrrapartin í dag var alt dagstovnaøkið í kommununi savnað í badmintonhøllini, har skipað varð fyri rørsludegi. Endamálið við átakinum er at menna og stimbra hugin til spæl og rørslur. Í høllini kundu børnini royna ymisk spøl, sum á ymsikan hátt stimbra undir hugin at røra seg og brúka sansirnar.

Dagurin var skipaður í trimum. Vøggustovurnar og dagrøktin møttu fyrst í morgun. Síðan barnagarðsbørn og til seinast børnini í Fjallafípuni. 

Talan er um eitt efturvendandi átak, sum leiðslan á dagstovnaøkinum skipar fyri. 



Onnur tíðindi
03.03.2026

Upptøka á vallista

02.03.2026

Kaðalarbeiði á Vágsgeil

02.03.2026

Filmskvøld og prát um skisofreni

02.03.2026

Flyta fundir í samband við val