Tíðindi

26.11.2025
Sonni Óli Djurhuus nýggjur kommunustjóri

Klaksvíkar kommuna hevur sett Sonna Óla Djurhuus í starv sum kommunustjóri í Klaksvíkar kommunu

Sonni er útbúgvin lærari í 2003. Hann hevur tikið eina BED í pedagogiskari leiðslu á Fróðskaparsetur Føroya í 2020. Harumframt hevur hann aðrar viðkomandi útbúgvingar.  

Sonni er 51 ár og hevur drúgvar leiðslu- og stjóraroyndir innan bæði privata og almenna geiran.

Hann hevur verið handils- og deildarleiðari í handilsvinnuni, og hevur í fleiri umførum verið skúlastjóri. M.a. stóð hann fyri at leggja saman tríggjar skúlar, til tað vit í dag kenna sum Skúlan við Streymin í tíðarskeiðinum 2016 til 2023.

Síðani 1. apríl 2023 hevur Sonni verið stápsleiðari í sjúkrahúsverkinum.

Sonni sigur sjálvur: “eg fari komandi tíðina at seta meg inni í viðurskiftini í kommununi og tosa við politikkarar, leiðarar og starvsfólk bæði í fyrisitingini og á stovnum í kommununi, síðani fara vit saman at seta á skrá, hvat vit raðfesta at arbeiða við komandi fimm árini”.

Karl Johansen, borgarstjóri, sigur, at Sonni tekur við starvinum 1. februar 2026.

Vit ynskja Sonna hjartaliga til lukku við starvinum. 

Onnur tíðindi
18.11.2025

Vatnleki á Heygavegnum

14.11.2025

Ábøtur í kirkju­garði­num úti í Grøv

13.11.2025

Jóla­trø­ini 2025