Tíðindi

26.11.2025
Útboð: KT-hýsingartænasta

Kommunan ynskir at fáa gjøgnumskygni á KT-hýsingartænastuøkinum í mun til dagliga tørvin, nýtslu og kostnað. Umframt hetta at gera umsitingina meiri ómakaleysa. Tí verður við hesum biðið um tilboð frá KT-veitarum upp á hesa tænastur.

Fíggjarnevnd Klaksvíkar Býráðs hevur samtykt at bjóða út KT-hýsingartænastu v.m.

Tænastan skal vera hýst í Føroyum, og verður útboðið bert sent til KT-veitararnar, ið eru á føroyska marknaðinum.

Umboð frá veitara eru vælkomin at seta fram spurningar um veitingina og tilboðsgrundarlagið í síni heild, um ávís viðurskifti ynskjast greinað nærri. Spurningar av slíkum slag skulu stílast til utbod@klaksvik.fo við yvirskriftini Spurningar – KT-hýsingartænasta.

 

Freist at lata inn tilboð er 07. jan. 2026 kl. 12.00.

 

Tilboð frá veitarum, við møguligum tilhoyrandi skjølum, skulu latast inn umvegis teldupostin utbod@klaksvik.fo við yvirskriftini Tilboð – KT-hýsingartænasta.

Klaksvíkar kommuna tilskilar sær rætt til frítt at velja millum innkomnu tilboðini eins og ikki at taka av nøkrum av innkomnu tilboðunum. Kommunan tilskilar sær harumframt rætt til at ógilda verandi útboð og lata upp fyri nýggjum, endurskoðaðum útboði.

Umboð fyri KT-deildina og fíggjardeildina hava atgongd til tilboðini og luttaka í viðgerðini og metingini av innkomnu tilboðunum og eftirfylgjandi orðing av tilmæli til fíggjarnevndina.

Tá avgerðin um veitara er tikin, verður skrivliga boðað frá hesum til allar veitarar, skjótast til ber eftir fíggjarnevndarfund í januar 2026.

Onnur tíðindi
26.11.2025

Býráðsskráin 27. november

26.11.2025

Sonni Óli Djurhuus nýggjur kommunu­stjóri

18.11.2025

Vatnleki á Heygavegnum