Tíðindi
LÝSING: Snotiligt handilshøli í hjartanum í Klaksvík, við tilhoyrandi goymsluhøli í undirhæddini, er tøkt at leiga. Saman við Kaffihúsið Fríða, Visit Norðoy, 2U og Skálki kanst tú gerast partur av fjølbroytta handilslívinum í miðbýnum í Klaksvík.
Fyrsta byggingin í miðbýnum er stóri bygningurin við Biskupstorg við 30 íbúðum, umframt handils- og matstovuvirksemi á veghædd og eina undirhædd til tøkni og goymsluendamál, bæði hjá íbúðunum, kommununi og virkseminum í veghæddini.
Ein annar partur er uttanumøkið kring Biskupstorgið. Í vetrarhálvuni er uttanumøkið karmur um væl vitjaðu skoytubreytina, umframt onnur tiltøk, sum gjøgnum alt árið skapa lív, trivnað og hugna fyri borgararnar.
Byggingin og menningin av miðbýnum fer í næstum at fevna um fleiri spennandi bygningar og forkunnugt hotel.
Hølisviðurskifti
Leigumálið er 73,4 m2. Harumframt eru 11,33 av goymsluhøli í undirhæddini. Leiguprísurin verður ásettur eftir galdandi marknaðarprísi, sum í løtuni er 10.436,14 kr. um mðr. v/mvg, tó uttan gjald fyri ljós og hita. Hølið er á veghæddini, mitt í bygninginum millum Skálk og Fríðu.
Virksemi
Umsøkjarin, ið fær hølini í boði, fær høli í hjartanum av miðbýnum, og fær somuleiðis ágóðan av fjølbroytta vinnuvirkseminum, sum longu er í økinum. Saman við núverandi handils- og matstovuvirksemi verður góður møguleiki fyri at gerast partur av miðbýarmenningini í Klaksvík.
Støðutakan
Støða verður tikin til innkomnar leiguumsóknir út frá eini heildarmeting, sum tekur støði í endamálinum við veghæddini við Biskupstorg. Kommunan tilskilar sær rætt frítt at velja ella at havna øllum umsóknum.
Umsóknir skulu latast: Klaksvíkar kommunu, Nólsoyar Pálsgøta 32, 700 Klaksvík, John Syderbø, vinnu og mentanarstjóra, ella sendast til johns@klaksvik.fo. Umsóknir skulu vera kommununi í hendi í seinasta lagi 31. januar kl. 12.00.
Byggisamtyktin fyri Svínoy góðkend
Felags starvsfólkahugni