Tíðindi

27.11.2025
Byggisamtyktin fyri Svínoy góðkend

Vísandi til grein 7 í Býarskipanarlógini*, sendi Klaksvíkar kommuna tann 14. feb. 2024 Umhvørvismálaráðnum uppskot til byggisamtykt fyri Svínoy  til góðkenningar.

Talan er um at fáa í vega byggisamtykt fyri Svínoyar bygd, tí eingin byggisamtykt er frammanundan í Svínoy.

Uppskotið hevur verið leingi ávegis, og hevur ligið frammi í trimum umførum, seinast frá 22. apríl til 13. mai 2024. Tá ið freistin at koma við møguligum mótmælum ella broytingaruppskotum var farin, 3. juni 2024, hevði kommunan fingið 12 mótmælir, ið eru viðgjørd av býráðnum.

Býarskipanarnevnd Landsins hevur havt málið til ummælis og mælir til at góðkenna byggisamtyktina fyri Svínoy. Umhvørvismálaráðið hevur við heimild í grein 4 í Býarskipanarlógini góðkent byggisamtyktina fyri Svínoy.  

 

Byggisamtyktin sæst her: Galdandi byggisamtykt

* Býarskipanarlógin: Løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 82 frá 2. mai 2025 

Kort 

Kort matr. Svínoy

Kort Svínoy

Onnur tíðindi
27.11.2025

Felags starvs­fólkahugni

27.11.2025

Útleigan av handilshøli við Biskupstorg

27.11.2025

Sunnvá hevur teknað jóla­kortið