Tíðindi
02.02.2026
Grundstykkjalistin dagførdur 2. februar 2026
Tøk grundstykkir
Listin yvir tøk grundstykkir, verður dagførdur mánadagin 2. feb. 2026 kl.12.00.
Áhugaður keypari kann velja eitt grundstykki, ið er tøkt, og senda umsókn um at keypa tað.
Hetta skal gerast umvegis frymil/oyðublað inni á tí einstaka grundstykkinum á søluskipanini á heimasíðuni ella við at seta seg í samband við kommununa.
Slóð: Grundstykki - Klaksvíkar kommuna
Í løtuni eru 21 kommunal grundstykkir tøk. Hesi verða boðin út kl.12.00 í dag. Sølulistin verður at finna á heimasíðuni www.klaksvik.fo
Tøk grundstykkir:
10 millum Hjalla
10 á Fossum
1 undir Klakki
Borgarar, sum ynskja at keyp kommunalt grundstykki eiga at kunna seg um galdandi reglugerð á heimasíðuni hjá kommununi. Leinki er her: Reglugerð
Onnur tíðindi
30.01.2026
Te-stovan Marin Malena er ein tíðarlummi, sum má upplivast!
30.01.2026
- Eg visti ikki av, at mín søga kundi verða so viðkomandi fyri onnur
28.01.2026