Tíðindi
Í samband við at Landsstýrið hevur álagt øllum kommunum at gera ferðavinnuætlan, er Visit North farið undir at menna eina ferðavinnuætlan fyri flestu kommunurnar í Norðoyggjum. Endamálið við ferðavinnuætlanunum er at menna og fyriskipa ferðavinnuna í ymsu kommununum, so hon verður skipað á ein skilagóðan og burðardyggan hátt, við atliti til náttúru, lokal virði og trivnað í nærumhvørvinum.
Heimafólk, festarar, hagastýri og onnur áhugað verða í hesum sambandi boðin til borgarafund.
Á fundinum verður greitt nærri frá:
· hvat ein ferðavinnuætlan er og hvat endamálið er
· hvussu arbeiðstilgongdin er skipað
· hvussu borgarar og lokalir áhugapartar kunnu geva íkast til arbeiðið
Størstur dentur verður lagdur á tykkara íkast. Tí verður stórur partur av fundinum settur av til prát, spurningar og viðmerkingar. Hetta er fyri at geva øllum møguleika at koma til orðanna og seta fram upplivingar, ynski og hugskot um, hvussu ferðavinnan eigur at mennast í Norðoyggjum.
Yvirlit yvir fundirnir:
Viðareiðis Kommuna: 23. februar kl. 19.00 í Viðareiðis skúla
Hvannasunds Kommuna: 24. februar kl. 19.00 í skúlanum á Fossánesi
Kalsoy: Syðradalur, Húsar, Mikladalur og Trøllanes: 26. februar kl. 16.00 í Avhaldshúsinum í Mikladali
Kunoyar Kommuna: 2. mars kl. 19.00 í Bygdarhúsinum í Haraldssundi
Klaksvík, Árnafjørður, Ánirnar og Norðoyri: 3. mars kl. 19.00 í Varpinum í Klaksvík
Svínoy: Nærri kunning kemur seinni.
Øll eru hjartaliga vælkomin at luttaka og leggja síni sjónarmið fram.
Um tú ikki ynskir at taka orðið, verður eisini møguligt at lata skrivligt íkast á fundarstaðnum.
Er ikki møguligt at møta á borgarafundi í tíni kommunu, ert tú vælkomin at møta á hinum fundunum.
Miðlan stongt 13. februar
Klaksvíkar kommuna tikið av tilboði frá Formula