Tíðindi
Í samband við at løgtingið hevur samtykt eina integratiónslóg er tað álagt øllum kommunum at hava sett ein integratiónssamskipara í seinasta lagi 1. juli 2026.
- Í dag kunnu vit alment boða frá, at Klaksvíkar kommuna hevur gjørt eitt samstarv um integratión saman við kommununum í Norðoyggjum, Eysturkommunu og Fuglafjarðar kommunu. Soleiðis sigur Karl Johansen, borgarstjóri, sum fegnast um, at kommunurnar nú fara at søkja eftir fólki til nýggja starvi sum integratiónssamskipari.
- Uppgávan hjá integratiónssamskiparunum verður m.a. at vegleiða, hjálpa og vísa á møguleikar og tænastur í kommununum, og saman við politisku skipanini tryggja at fólk trívast og verða ein virkin partur av samfelagnum.
- Vit hava verið tilvitaði um hendan tørvin leingi, og tí er tað í tøkum tíma, at vit nú meira skipað kunnu fara undir at byggja brýr millum tilflytarar og lokalsamfelagið.
- Integratión er eitt stórt øki, og tað eru nógv átøk, sum hava eydnast væl, men tað er ein sannroynd, at tað eisini eru ymisk viðurskifti, sum kunnu gerast betri.
- Tað at tilflytarar nú koma at hava eitt fólk at venda sær til í nærumhvørvinum, sum kann vegleiða og upplýsa um ymisk viðurskifti er avgjørt ein bati, men ein forteyt er, at samstarv við myndugleikar, stovnar, felagskapir og onnur, sum arbeiða við integratión, fer at eydnast væl. Og tað eri eg sannførdur um, at nýggja starvsfólki fer at megna, sigur Karl Johansen.
Starvslýsingin til starvið sum integratiónssamskipari sæst her: Starvslýsing
Upptøka á vallista
Reinsiverkið á Gili skal gerast liðugt