Tíðindi

21.04.2026
Bústaðarverkætlan á Fossum eitt fet nærri

Ein nýggj og umfatandi bústaðarútstykking undir Fossum í Klaksvík er nú komin eitt týðandi fet nærri veruleikanum. Á býráðsfundi hóskvøldið 27. november 2025 samtykti býráðið einmælt at bjóða út eitt stórt lendi á Fossum til bústaðabyggingar.

Útboðið snúði seg um eitt øki, sum er ætlað til eina størri bústaðarverkætlan við uml. 150 búeindum. Tá freistin at lata tilboð var farin, var eitt tilboð komið inn – og tað var frá byggifelagnum Articon.

Articon legði framt skiparuppskot

Mánakvøldið legði Sunnvard Andreasen, stjóri í Articon, uppskotið fram fyri býráðnum. Uppskotið fevnir um eina fjølbroytta og skalerbara bústaðarverkætlan, sum í stóran mun tekur støði í náttúruni í økinum og í tí ráa og opna lendinum í økinum.

Í verkætlanin eru ymiskar støddir av búeindum, og kann verkætlanin fremjast í trimum byggistigum – ella verða bygd í einum, alt eftir hvussu stórur eftirspurningur er. Um gongdin í málinum verður góð, metir Articon, at arbeiðið kann byrja longu eftir summarferiuna.

Eitt avgerandi stig í framtíðar menningini av Klaksvík

Klaksvíkar býráð og Articon fara undir samráðingar um nakrar tættir í uppskotinum, og eftir ætlan skal eitt endaligt uppskot leggjast fyri býráðið í mai mánað.

Anfinn í Toft, formaður í Umhvørvis- og býarskipanarnevndini, leggur dent á, hvussu avgerandi slík verkætlan er fyri framtíðar menningina í kommununi:

– Størsta einstaka avbjóðingin hjá Klaksvíkar kommunu er at útvega nóg mikið av bústøðum, sum eru fjølbroyttir og kunnu nøkta tørvin hjá øllum málbólkum. Tí er tað gleðiligt at vit skjótt kunnu seta ferð á bústaðarbygging á Fossum.

Verkætlanin á Fossum verður ein av størstu einstøku bústaðarútbyggingunum í Klaksvík í nýggjari tíð. Um samráðingarnar bera á mál, kann hetta gerast eitt týðandi stig fyri framtíðar bústaðarmøguleikarnar í kommununi og eitt nýtt og livandi býlingaumhvørvi undir Fossum.

Onnur tíðindi
17.04.2026

Boða frá tiltøkum til norð­oyastevnuskránna

17.04.2026

Nýtt alment parkeringsøki ávegis í miðbýnum

17.04.2026

Borgarafundur um ferða­vinnu­ætlan fyri Svínoy