Tíðindi
Ferðavinnuætlanin fyri Klaksvíkar kommunu liggur til almenna hoyring frá á miðdegi í dag, 26. juni, og 14 dagar fram.
Tað er Landsstýrið, sum hevur álagt øllum kommunum at gera eina ferðavinnuætlan. Allar kommunurnar í Norðoygjum, undantikið Fugloyar kommuna, hava valt at samstarva um ferðavinnuætlanirnar og hava givið Visit North ábyrgdina av at samskipa arbeiðið og bera ferðavinnuætlanirnar á mál.
Ferðavinnuætlanin er ein liður í at menna ferðavinnuna í Norðoyggjum á ein skipaðan, burðardyggan og virðisskapandi hátt. Í ætlanini verður greitt frá verandi støðu, møguleikum og avbjóðingum, samstundis sum mál og átøk fyri komandi árini eru ásett.
Áðrenn ætlanin verður send Landsstýrinum til góðkenningar, ynskir kommunan at geva øllum áhugaðum møguleika at lesa ætlanina og koma við viðmerkingum.
Ferðavinnuætlanin er býtt upp í fylgjandi partar:
- Strategisk menning og felags karmar um ferðavinnuna í Norðoyggjum
- Klaksvíkar kommuna – Kalsoy
- Klaksvíkar kommuna – Klaksvík, Ánirnar, Norðoyri og Árnafjørður
- Klaksvíkar kommuna – Svínoy
Ferðavinnuætlanin kann lesast her: Ferðavinnuætlan fyri Klaksvíkar kommunu
Viðmerkingar skulu sendast til info@klaksvik.fo. Minst til at viðmerkja “Ferðavinnuætlan” í teldupostin.
Øll innkomin hoyringssvar verða viðgjørd, áðrenn ætlanin verður send Landsstýrinum til góðkenningar.
Farloyvisstarv sum sosialráðgevi til Barnaverndartænastuna í Norðoyggjum
- Góða ferð til París