Tíðindi

26.06.2026
Farloyvisstarv sum sosialráðgevi til Barnaverndartænastuna í Norðoyggjum

Barnaverndartænastan í Norðoyggjum søkir við hesum eftir sosialráðgeva til farloyvisstarv at byrja 15. juli 2026 ella skjótast tilber. Starvstíðarskeiðið er til 1. november 2027. Arbeiðstíðin er 35 tímar um vikuna.

Um Barnaverndartænastuna í Norðoyggjum:

Barnaverndartænastan í Norðoyggjum fevnir um allar Norðoyggjar. Umsitingin hjá barna-verndartænastuni heldur til í Klaksvík og húsast saman við Trivnaðardeildini Børn & Ung hjá Klaksvíkar kommunu.
Á Barnaverndartænastuni starvast, umframt leiðaran, ein fakligur samskipari, fýra sosialráðgevar, ein sálarfrøðingur og eitt skrivstovufólk.

 

Barnaverndartænastan arbeiðir sambært lóg um barnavernd

Endamálið við Barnaverndartænastuni er at tryggja børnum, sum liva undir viðurskiftum, ið kunnu skaða teirra heilsu og menning, neyðuga hjálp og umsorgan í rættari tíð, og at hjálpa teimum við at fáa ein tryggan uppvøkstur.

Starvið:
Tú kemur, í tøttum samstarvi við leiðaran á Barnaverndartænastuni, fakliga samskiparanum og starvsfólkum á deildini, at taka tær av einum spennandi og fjøltáttaðum øki við málsviðgerð, ráðgeving og øðrum uppgávum, sum barnaverndarumsitingin tekur sær av.

 

Førleikakrøv:

  • Útbúgvin sosialráðgevi.
  • Royndir innan almenna fyrisiting kann vera ein fyrimunur.
  • Royndir við 360 journalskipan kann vera ein fyrimunur.
     

Arbeiðsuppgávan fevnir m.a. um:

  • at arbeiða sum málsviðgerði av barnaverndarmálum.
  • at ráðgeva og vegleiða barna- og ungdómsfamiljum
  • at ráðgeva barnaverdarnevndini í lóg um Barnavernd
  • at fyrireika mál til nevndarviðgerð
  • at seta í verk fyriskipanir og fylgja teimum upp
  • at virka sum samskipari í málum, har fleiri myndugleikar eru við
  • at samstarva tvørfakliga
     

Somuleiðis skal tann, ið verður settur, vera við í vaktarskipanini hjá Barnaverndartænastuni.

Vit leita eftir starvsfelaga, ið:

  • er ábyrgdarfull/ur, miðvís/ur og kann arbeiða sjálvstøðugt
  • hevur áhuga og evnir at arbeiða við barna- og ungdómsfamiljum
  • megnar at vera nágreiniligur og samstundis hava nógvar bóltar í luftini
  • megnar at seta seg inn í støðuna hjá familjum og hjálpa teimum út frá hesum
  • hevur gott yvirlit og dugir at samskipa og leggja til rættis
  • Hevur góð evni at samstarva og samskifta
  • Er fleksibul
  • Tolir at arbeiða undir trýsti
     

Vit bjóða tær:

  • Eitt gott arbeiðspláss, góðan starvsfólkahóp og spennandi starv
  • Møguleikar fyri fakligari menning.
  • Góðar starvsfelagar
  • Supervisión
     

Setanarviðurskifti:

Talan er um eitt starv á 35 tímar um vikuna. Lønar- og setanarviðurskifti eru smb. sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið (KAF) og Starvsfelagið, lønarflokk 7/BA.

Nærri upplýsingar:

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Tonju Sonhardsdóttir leiðara fyri Barnaverndartænastuna, tlf. 287621 ella teldupost tonja@klaksvik.fo. Arbeiðsgevarin hevur skyldu til at fáa barnaváttan, áðrenn setanin verður framd.

 

Umsókn:

Umsókn, saman við avriti av prógvi, CV og møguligum starvsváttanum, skal vera okkum í hendi seinast 12. juli 2026. Um ikki nóg nógvir skikkaðir umsøkjarar eru, tilskilar Barnaverndartænastan sær rætt til at søkja av nýggjum.

 

Tú søkir starvið við at trýsta á leinkjuna her: Sosialráðgevi til Barnaverndartænastuna í Norðoyggjum

Onnur tíðindi
26.06.2026

Ferða­vinnu­ætlanin fyri Klaksvíkar kommunu til almenna hoyring 

25.06.2026

- Góða ferð til París

24.06.2026

Býráðsskráin 25. juni