Tíðindi

02.07.2026
Námsfrøðingar og hjálparfólk til Fjallafípuna

Nú hevur tú møguleika at gerast partur av okkara starvsfólkatoymi í Fjallafípuni og samstundis vera við í einum nýggjum og mennandi námsfrøðiligum tilboði fyri børn við serligum tørvi.

Søkt verður eftir tveimum námsfrøðingum, atstøðingum ella hjálparfólkum til barnagarðstovu og trimum námsfrøðingum til nýggja toymi í Fjallafípuni, at byrja 10. august, nýggja toymi er eitt sertilboð, har dentur verður lagdur á nærveru, trivnað, struktur og tað einstaka barnið, ið fær stuðul í einum tryggum og fakliga sterkum umhvørvi.

Størvini er 30 tímar um vikuna men hetta kann avtalast nærri við setan.

Vit vænta, at tú:

  • ert opin, erlig-/ur og fyrikomandi
  • megnar at samskipa stovuvirksemi í samstarv við onnur starvsfólk
  • hugsar tilvitað um menningina hjá tí einstaka barninum
  • leggur teg eftir at geva barninum ein innihaldsríkan gerandisdag
  • ynskir at arbeiða við og eftir teimum málum, ið sett eru fyri stovnin
  • kanst virka í góðum samstarvi við starvsfelagar, børn og foreldur
  • ert álítandi og nærverand
  • møtir væl upp og ert ábyrgdarfull/ur
  • ert sjálvstøðug/ur og hevur yvirlit
  • dámar væl at vera úti og brúka náttútuna sum ein part av arbeiðinum
     

Í nýggja toyminum verður arbeitt miðvíst við teimum námsfrøðiligu málunum, ið eru sett fyri einstaka barnið. Dentur verður lagdur á at hava ein skipaðan gerandisdag, sum tekur støði í tørvinum hjá barninum. Arbeitt verður í smærri bólkum og til tíðir ein til ein, fyri at tryggja bestu møguligu menningarmøguleikar hjá børnunum – bæði sosialt, persónliga, málsliga og kropsliga.

Vit leggja dent á:

  • nærverandi og viðurkennandi námsfrøði
  • struktur og týðiligheit í gerandegnum
  • gott samstarv millum starvsfólk, foreldur og avvarðandi fakbólkar
  • eitt trygt og mennandi umhvørvi fyri børnini
     

Sum námsfrøðingur í toyminum fert tú at:

  • arbeiða tætt saman við starvsfeløgum um einstaka barnið
  • leggja til rættis, fremja og eftirmeta námsfrøðiligt virksemi
  • arbeiða miðvíst við málum og menningarætlanum fyri børnini
  • skapa tryggar relatiónir og eitt gott læringsumhvørvi
  • vera partur av eini felags fakligari menning og sparring
  • tætt samstarv við Námsfrøðiligu ráðgevingina
     

Í Fjallafípuni ynskja vit starvsfólk, ið vilja virka fyri einum høgum fakligum støði, har náttúran verður brúkt sum ein týðandi partur. Tí er tað altavgerðandi, at tú sært møguleikar og hevur tokka til útilív. Í okkara námsfrøðiliga arbeiðið, leggja vit stóran dent á at arbeiða við menningarætlan, viðurkennnandi námsfrøði og Betri vinir. Vit leggja dent á trivnað og felagsskap og tú fært dugnaligar starvsfelagar, har vit sparra, vegleiða og menna hvønn annan.

 

Setanarviðurskifti:

Løn og setanarviðurskiftið eru sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið (KAF) og Føroya Pedagogfelag, og hevur arbeiðsgevarin skyldu til at fáa barnaváttan, áðrenn setanin verður framd.

Um tú ynskir at hoyra nærri um størvini ert tú vælkomin at seta teg í samband við Bjørg Rasmusardóttir, leiðara, á telefon 251111

Umsókn saman við avriti av prógvi, cv og møguligum starvsváttanum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 21. juli 2026. Umsóknir verða viðgjørdar leypandi.

Tú søkir starvið við at trýsta á leinkjuna her: Námsfrøðingar og hjálparfólk til Fjallafípuna

 

Um Fjallafípuna

Fjallafípan er ein kommunalur dagstovnur við uml. 80 børnum í aldrinum 6 – 7 ár. Fjallafípan er staðsett „Úti í Grøv“, har viðarlundin, áin, fjøran og hagin eru í nærumhvørvinum. Hesar umstøður eru ein náttúrligur partur av tí námsfrøðiliga arbeiðnum í Fjallafípuni, sum gevur børnunum góðar og øðrvísi møguleikar fyri stimbran og menning.

Onnur tíðindi
01.07.2026

Klaksvíkar kommuna í hernað ímóti skøruni

30.06.2026

Ung í arbeiði í Klaksvíkar kommunu

26.06.2026

Farloyvisstarv sum sosial­ráð­gevi til Barna­verndar­tænastuna í Norð­oyggjum