Tíðindi
Er tað tær vit leita eftir? Okkum tørvar tveir námsfrøðingar afturat í okkara góða starvsfólkahóp.
Um Blákolluna
Blákollan er kommunalur dagstovnur, ið lat upp í 2001. Stovnurin liggur á Kjalarvegnum, við haga í nærumhvørvinum, og her búleikast vit í húsum í trimum hæddum, við eini stovu á hvørjari hædd. Vit hava tvær barnagarðsstovur við íalt 32 børnum og eina vøggustova við 10 børnum.
Sum námsfrøðingur í Blákolluni ert tú, saman við starvsfelagum tínum, við til at seta dám á námsfrøðiliga virksemi á stovninum, so at børnini fáa ein tryggan, mennandi, innihaldsríkan og stuttligan dag.
Vit arbeiða í løtuni við at endurnýggja okkara námsætlan, so ert tú nýhugsandi og torir at taka ábyrgd og avgerðir, so kann hetta verða eitt spennandi starv fyri teg.
Vit bjóða tær:
- Ein spennandi stovn ið er í menning viðvíkjandi námsætlan og virðisgrundarlag
- Eitt gott arbeiðsumhvørvið
- Fakligar og persónligar avbjóðingar
- Ein góðan, jaligan og vælvirkandi starvsfólkahóp
- Ein stovn, ið arbeiður við Betri Vinum
- Tveir ráðleggingardagar um árið, har stovnurin er stongdur, og arbeitt verður við ymiskum námsfrøðiligum evnum, og trivnaðarfremjandi átøkum
Vit vænta, at tú:
- Hevur útbúgving sum námsfrøðingur
- Hevur ein savnandi hugburð
- Ert opin, erlig/ur og fyrikomandi
- Hevur hug og evni at skapa ein fjølbroyttan, mennandi og tryggan gerandisdag fyri einstaka barnið
- Hevur góð samstarvs- og samskiftisevni og megnar at virka fyri góðum samstarvi við foreldur, børn og starvsfelagar
- Sær møguleikar fram um forðingar
- Vil vera við til at mynda stovnin framyvir
Setanarviðurskifti:
Talan er um tvey størv, á 30-35 tímar at byrja 10. august 2026 ella eftir nærri avtalu. Løn og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Kommunala arbeiðsgevarafelagið og Føroya Pedagogfelag.
Vit hava eisini tørv á avloysarum av og á, hevur hetta tín áhuga ert tú vælkomin at seta teg í samband við stovnsleiðaran.
Skrivlig umsókn, saman við prógvi og viðmælum skal vera okkum í hendi seinast mikudagin 22. juli 2026, arbeiðsgevarin hevur skyldu til at fáa barnaváttan, áðrenn setanin verður framd.
Tú søkir starvið umvegis leinkjuna her: Starvsfólk til Blákolluna
Um so er, at ikki øll størvini verða mannaði við námsfrøðingum, kann atstøðingur ella hjálparfólk verða sett í eitt tíðaravmarkað starv.
Um hetta er nakað, tú brennur fyri, og vilt tú vita meira, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Unn Jarnskor Ellingsgaard, leiðara á tlf. 23 88 95.
Leita eftir fosturfamiju í Klaksvíkar kommunu
Borgarstjórin í Bissen vitjaði borgarstjóran í Klaksvík