Tíðindi

08.07.2026
Leita eftir fosturfamiju í Klaksvíkar kommunu

Vit leita eftir familju í Klaksvíkar kommunu, sum hevur avlopsorku og hjartarúm at lata heim sítt upp fyri einum barni í skúlaaldri, sum av eini ella aðrari orsøk ikki kann búgva hjá sínum egnu foreldrum.

Kring landið eru børn, sum hava tørv á rúmligum og vælvirkandi familjum. Familjum, sum kunnu bjóða teimum at gerast partur av tryggum, støðugum og forútsigiligum kørmum, har fosturforeldrini eru tey umsorganarfullu vaksnu, sum barnið kann knýta seg at.

Stutt sagt: Sum fosturforeldur kunnu gera veruligan mun fyri eitt barn.

Børn, sum verða sett til fosturs, hava ofta upplivað nógv svik og hava livað undir sera truplum og tyngjandi umstøðum. Tey hava tí inniliga brúk fyri umsorgan, støðufesti og stuðli. 

Sum útgangsstøði eru eingi krøv um ávísa útbúgving. Vit leggja dent á tykkara persónligu førleikar, at tit eru til reiðar at ogna tykkum vitan og fatan av søgu barnsins og tykkara førleika at síggja lívið úr sjónarhorni barnsins og foreldra tess. Tað er umráðandi, at tit megna at samstarva við myndugleikar og foreldrini um at fáa barnið í trivnað og at mennast.

Neyðugt er, at annað av fosturforeldrunum tillagar sítt arbeiði til at taka sær av barninum. Tit fara ikki at standa einsamøll við uppgávuni. Tit fáa bjóðað tætta og regluliga vegleiðing, ráðgeving og supervisión.

Uppgávan er í løtuni mett til eina mánaðarliga samsýning á kr. 20.553 umframt eftirløn á 12%. Harumframt verður ein skattafrí mánaðarlig veiting á kr. 6.742,80 latin fyri vistarhald og klæði, sí lóg her.

Vilt tú hoyra nærri um uppgávuna, set teg í samband við Oddbjørg Balle, leiðara, á ob@bvs.fo ella á telefon 22 56 96.

Onnur tíðindi
08.07.2026

Námsfrøð­ingar til Blákolluna

07.07.2026

Borgar­stjó­rin í Bissen vitjaði borgar­stjóran í Klaksvík

07.07.2026

Starvs­fólk til Baldursbrá