Tíðindi
Í samband við arbeiðið at hosufórða høvuðssspillivatnsleiðingina á Nólsoyar Pálsgøtu, verður eingin ferðsla eftir Nólsoyarpálsgøtu 1. og 2. september. Eisini verða kloakkleiðingarnar á Jørundsgøtu og Sornhúsgøtu hosufórðar hesar dagarnar.
Í hesum sambandi verður eingin ferðsla á vegastrekkinum millum Effo og Býráðshúsið. Ferðslan verður beind at koyra fram við bátabrúgvunum hetta tíðarskeiðið, og verður heitt á bilførarar um at fylgja skeltingini á staðnum.
Orsøkin til, at arbeiðið verður gjørt á hendan hátt er, at høvuðssspillivatnsleiðingin liggur mitt í vegnum, og serstaki bilurin, sum verður brúktur til arbeiðið, má standa beint yvir kloakkdekslunum, meðan arbeiðið verður framt.
Tað er fyritøkan Aarsleff A/S, sum ger arbeiðið fyri Klaksvíkar kommunu. Arbeiðið er væntandi liðugt eftir tveimum døgum.
Kunning um ljóðmátingar í Norðhavnini
Nýggj skipan til streymnýtslu hjá smábátum