Tíðindi

22.06.2018
5.A latið Læknamiðstøðini málningar

Í morgun vitjaði 5.A av Skúlatrøð á Læknamiðstøðini, har tey lótu fýra málningar, sum flokkurin hevur málað til bíðirúmið á veghæddini.

Herfyri var flokkurin á seturskúla í Kunoy, og har gekk ein løta við at mála fýra málningar, sum nú prýða bíðirúmið á veghæddini í Læknamiðstøðini. Durid Færø og Elsebeth Vilhelm, lærarar hjá 5.A vóru saman við næmingunum á vitjan í Læknamiðstøðini í morgun, har Arnhold Jensen, kommunulækni og Paula Ólavsdóttir, sjúkrarøktarfrøðingur tóku ímóti.

Næmingarnir hava málað teir fýra málningarnar í bólkum, og allir hóska væl saman við hvørjum øðrum og hóska harumframt væl inn í bíðirúmið. Starvsfólkini á Læknamiðstøðini tóku væl ímóti málningunum og óivað verða teir til stóra gleði fyri øll tey vitjandi eisini.

Onnur tíðindi
24.04.2024

Nýhugsandi innbúgv til Klaksvíkar Býráð

24.04.2024

Býráðsskrivstovan stongt flaggdagin

23.04.2024

Flaggdagshald í Vágstúni

23.04.2024

Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy