Tíðindi
Hvørt gerandiskvøld í komandi viku letur Klaksvíkar kommuna dyrnar upp fyri nøkrum av teimum stóru og spennandi verkætlanunum, sum eru í gongd í býnum.
Skráin fyri Klaksvík í fokus er nú komin uppá pláss, og kommunan gleðir seg til at bjóða almenninginum ein forkunnugan og forvitnisligan møguleika fyri at vitja ein stóran part av teimum verkætlanunum, sum í hesum døgum mynda Klaksvík sum bý.
Mánakvøld: Miðbýur og mentanarhús
Vit byrja í miðbýarhjartanum. Her fer Ósbjørn Jacobsen, arkitektur at greiða frá miðbýarætlanini, sum við Biskupstorgi byrjar at taka veruligt skap. Á Biskupstorgi eru 30 nýggjar íbúðir um at verða lyklaklárar, og fyrsta tiltak á skránni er ein rundferð í hesum spildurnýggja bygninginum í miðbýnum. Harumframt verður høvið at síggja nýggja pumpuhúsið, har vekslarin til sjóhitaskipanina er staðsettur. Útsýnið úr íbúðunum á Biskupstorgi gevur harumframt eisini gott yvirlit yvir samlaðu miðbýarætlanina.
Eftir miðbýin verður farið yvir í Posthúsið, sum í næstum verður útbygt og umvælt til mentanarhús. Klassiska sniðið eftir Gregoriussen verður varðveitt í bygninginum, og harumframt verður bygt uppí norðrara endan, har salur við palli og fleiri enn 300 áskoðaraplássum fara at gera umstøðurnar til framførslur av ymsum mentanarligum slag fyrsta floks. Tað er aftur Ósbjørn Jacobsen, arkitektur, sum hevur teknað nýggja mentanarhúsið, og mánakvøldið ber altso til at hoyra hann greiða frá.
Týskvøld: Húsarhaldsskúlin og Nólsoyar Pálsgarðurin
Á øðrum degi fara vit til ein annan part av miðbýarøkinum, har fleiri aðrar verkætlanir eisini eru í gongd. Vit hittast í Kappróðrarneystinum, tí har verður nýggi Húsarhaldsskúlin staðsettur í framtíðini. Húsarhaldsskúlin fer, umframt allar nútímans og hóskandi hentleikar, eisini at rúma lestraríbúðum. Hesi verkætlan fer Svend Sivertsen, arkitektur at greiða frá.
Eftir hetta verður farið inn til grannan, sum er endurreisti garðurin hjá Nólsoyar Páll. Seinastu árini hevur áhugafelagið Nólsoyar Páll við Archibald Black á odda tikið stig til at endurreisa garðin hjá tiltiknu tjóðarhetjuni á júst sama stað, sum Nólsoyar Páll saman við Marin Malenu búleikaðist í 19. øld.
Mikukvøld: Skúlatrøð og Ítróttarøkið
Mikukvøldið leggja vit fyri á byggiplássinum, har størsta íløgan hjá Klaksvíkar kommunu nakrantíð stendur í ger. Nýggi bygningurin á Skúlatrøð fer saman við verandi skúlabygningi at hýsa øllum fólkaskúlanæmingunum í Klaksvík í framtíðini, og arbeitt verður í løtuni við at gera mongu skúlastovurnar og stóru felagshøllina á veghæddini. Klaksvík í fokus gevur øllum, sum hava hug, møguleikan fyri at vitja og síggja ein part av nýggja skúlanum taka skap, og á túrinum fer Svend Sivertsen, arkitektur at greiða frá.
Eftir hetta verður ítróttardepilin í fokus, tá vit hittast á loftinum í KÍ-høllini. Her fer Svend Sivertsen, arkitektur at greiða frá Bláa skýlinum, meðan Rúni Abrahamsen, arkitektur fer at greiða frá rennibreytini. Harumframt ber eisini til at vitja nýggja vælverudepilin í Svimjihøllini, sum skjótt verður tikin í nýtslu, og har fer Torkil Mørkøre, leiðari í Svimjihøllini at greiða frá.
Hóskvøld: Ídnaðarøkið á Borðoyarvík og Spinnaríið
Vit enda Klaksvík í fokus við einum áhugaverdum gongutúri, sum byrjar við Bátahylin á Borðoyarvík. Her verður nevniliga arbeitt við nýggja ídnaðarøkinum, sum í fyrstu atløgu fevnir um áleið 15.000 fermetrar til vinnuligt virksemi. Óla Jákup Bech, tekniskur stjóri í Klaksvíkar kommunu fer at greiða frá verkætlanini, meðan vit saman spáka niðan móti nýumvælda Spinnarínum, har endabresturin í Klaksvík í fokus verður.
Eftir umfatandi umvælingararbeiði var Spinnaríið á øðrum sinni karmur um kongaliga vitjan í Klaksvík fyrr í ár. Fyrra ferðin var, tá Fríðrikur 9. Kongur vitjaði Klaksvík í 1949. Hetta er bert ein lítil partur av søguni um Spinnaríið, sum nú og í framtíðini verður karmur um mentanarlig átøk og tiltøk av fjølbroyttum slag. Eyðbjørn Poulsen hevur sum stýrisformaður í Grunninum Spinnaríið verið við frá byrjan, og hann kemur at greiða frá verkætlanini hetta kvøldið.
Í samband við tiltøkini bjóðar kommunan ein drekkamunn á hvørjum stað, og øll eru hjartaliga vælkomin.
Skráin fyri Klaksvík í fokus
Mánakvøldið 15. oktober
Kl. 19.00: Miðbýurin
Vit hittast í sunnara enda í veghæddini á Biskupstorgi
Kl. 20.15: Mentanarhúsið
Vit hittast í Posthúskjallaranum
Týskvøldið 16. oktober
Kl. 19.00: Húsarhaldsskúlin
Vit hittast við Kappróðrarneystið - vestanfyri
Kl. 20.15: Nólsoyar Pálsgarðurin
Vit hittast við Kappróðrarneystið - eystanfyri
Mikukvøldið 17. oktober
Kl. 19.00: Skúlatrøð
Vit hittast við norðaru inngongdina til byggiplássið (við gamla kirkjugarð)
Kl. 20.15: Ítróttarøkið
Vit hittast á loftinum í KÍ-høllini
Hóskvøldið 18. oktober
Kl. 19.00: Ídnaðarøkið á Borðoyarvík
Vit hittast við Bátahylin
Kl. 20.00: Spinnaríið
Vit hittast í Spinnarínum