Tíðindi

07.06.2019
Avdúking av minnisvarðanum í Svínoy

Leygardagin 15. juni 2019 verður søguligur dagur í Svínoy. Tá veður minnisvarði, sum Edward Fuglø hevur gjørt, avdúkaður.

Minnisvarðin er reistur fyri tey, sum farin eru av vanlukku bæði á sjógvi og landi. Hetta er skipað so langt aftur í tíðina, sum skrivligar keldur greiða frá vanlukkunum.

Tí er farið heilt aftur til 1739 og fram til 1984 – í hesum tíðarskeiði eru 51 menn og ein kvinna farin. Kona Árant úti á Bø doyði í skalvalopinum í Gerðum 1745.

Svínoy hevur verið hart rakt av bátsvanlukkum. Í tíðarskeiðnum 1861 - 1913 gingu seks Svínoyarbátar burtur við 6, 3, 2, 2, 5 og 6 monnum ella tilsamans 24 menn. Tann síðsti, ið er nevndur á minnistalvuni, er farin í 1984.

Skipað verður fyri góðum sambandi hendan dagin, tí fyriskipararnir vænta hópin av fólki, og eisini er skrá við guðstænastu, áðrenn farið verður út til minnisvarðan “Dropi í lívsins havi”.

 

Keyp bond til ferðina

Ferðasambandið er skipað soleiðis, at Ritan siglir snimma á morgni, men neyðugt er at keypa armbond til ferðina út til Svíoyar henda dagin – leygardagin 15. juni 2019.

Hesi bond, við ymiskum litum til hvørja ferð, fáast á Norðoya Kunningarstovu.

Tlf: 456939 – info@klaksvik.fo.

Bondini skulu heintast og gjaldast á Norðoya Kunningarstovu.

 

Upplatingartíð á Norðoya Kunningarstovu:

Gerandisdagar:                                         kl. 10:00 - 16:00

Leygardagin 15. juni:                               kl. 08:00 - 11:00

 

Kostnaður:

Vaksin kr. 100,- fyri báðar ferðir – út til Svínoyar og innaftur

Børn (upp til 15 ár) ókeypis, men skulu hava bond

Um so er, at fólk møta upp í Hvannasundi uttan bond til ferðina, kunnu tey sleppa við, bert um pláss er, í mun til tey, sum hava bond til hvønn túrin. Bondini eru eyðmerkt við ymiskum litum til hvønn túrin sær.

Ikki er neyðugt við bondum innaftur.

 

Soleiðis verður siglt

Kl. 07.00 –    Ritan siglir úr Hvannasundi til Svínoyar

Kl. 08.15 –    Ritan siglir úr Hvannasundi til Svínoyar

Kl. 09.30 –    Ritan siglir úr Hvannasundi til Svínoyar

Kl. 10.45 –    Ritan siglir úr Hvannasundi til Svínoyar

Kl. 12.00 –    Ritan siglir úr Hvannasundi til Svínoyar

Ritan tekur í mesta lagi 121 ferðafólk hvørja ferð

 

Eisini hjálpir Súlan til við siglingini

Kl. 11.00       Súlan siglir úr Hvannasundi til Svínoyar

Kl. 12.15       Súlan siglir úr Hvannasundi til Svínoyar

 

Kl. 16.00       Ritan siglir úr Hvannasundi til Svínoyar

Kl. 17.15       Ritan siglir úr Hvannasundi til Svínoyar

Kl. 18.30       Ritan siglir úr Hvannasundi til Svínoyar

Kl. 19.45       Ritan siglir úr Hvannasundi til Svínoyar

Kl. 21.00       Ritan siglir úr Hvannasundi til Svínoyar

Kl. 22.15       Ritan siglir úr Hvannasundi til Svínoyar


Eisini hjálpir Súlan til við siglingini í hesum tíðarskeiði

Um tá vísir seg ikki at vera nóg mikið av fólki innaftur, verður hildið fyrr  uppat at sigla

 – Nærri kunning verður á heimasíðuni hjá Norðlýsinum og Klaksvíkar kommunu.

 

Skrá:

 Kl. 08.30 – 11.00                Morgunmatur á Gamlagarði

 Kl. 13.00                             Guðstænasta

 Kl. 14.00                             Farið verður út til minnisvarðan, “Dropi í lívsins havi”

 

 

 Kl. 15.00                             Vitjað verður runt í bygdini – Símun Hansen, Óli og Jógvan Edmund á Geilini siga frá

 Kl. 16.00                             Boðin verður suppa í Gamlagarði            

 

Ritan siglir allan dagin, men sleppa bert 121 við hvønn túr

 – vaktarhald er

 

Onnur tíðindi
24.04.2024

Nýhugsandi innbúgv til Klaksvíkar Býráð

24.04.2024

Býráðsskrivstovan stongt flaggdagin

23.04.2024

Flaggdagshald í Vágstúni

23.04.2024

Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy