Tíðindi

21.09.2019
Hvør var Elinborg Lützen?

Komandi týsdag, 24. september kl. 16.30 verður fyrsta standmynd av einari kvinnu í Føroyum avdúkað í Klaksvík.

 

Elinborg Lützen varð fødd í Klaksvík 26. juli 1919 og andaðist 22. november 1995. Hon var fyrsti og leingi einasti grafikarin í Føroyum.

Foreldur hennara vóru Andrias Christian Lützen, keypmaður (1875-1941) og Hanne Joline Niclasen (1884-1957). Systkini vóru níggju í tali, og var Elinborg nummar seks í røðini. Elsta systir hennara, Marianna Matras, gjørdist eisini myndlistakvinna.

Elinborg var 18 ár, tá ið hon flutti til Keypmannahavnar og fór undir útbúgving á ”Tegne- og Kunst-industriskolen for kvinder”. Hesi árini búði hon saman við Sámali Joensen-Mikines, og giftust tey 2. desember 1944, men hjúnalagið endaði í 1952.

Tá ið hon fór til Danmarkar, var ætlanin at hon bert skuldi vera har til 1940, men seinni veraldarbardagi brast á, og tí var ógjørligt hjá føroyingum í Danmark at sleppa heimaftur til Føroyar, ið var hersett av bretum.

Frá 1947 til 1981 búði hon í Klaksvík í húsunum niðanfyri standmyndina, vanliga kallað Faktorshúsini.

Í hesum húsunum er Elinborg barnvaksin, og vórðu tey á hennara døgum eisini kallað Lützenshús. Tá ið hon hevur búð í Klaksvík, hevur hon búð her. Elinborg flutti til Havnar í 1981, har hon doyði barnleys í 1995.

Sum grafikari arbeiddi hon mest við linoleumsskurðum. Eftir at hon hevði vitjað ”Kunsthåndværkerskolen” í Bergen, gjørdist hon eisini kend við sínum bókaprýðismyndum. Í 1978 var hon fyrsta kvinna, ið fekk Løgtingsins árligu heiðursgávu.

Myndevnini, Elinborg arbeiddi eina mest við, vóru ævintýr, okkurt úr kvæðunum og tað gátuføra. Eisini dugdi hon væl at lýsa bygda- og landsløg.

Í 1980 fekk hon Barnabókaheiðursløn Tórshavnar býráðs.

 

Bøkur, Elinborg Lützen hevur prýtt:

Barnasangbók. Bókadeild Føroyingafelags, 1943

Der sidder tre møer, danske folkeviser. Frost-Hansen, 1953

Loyndarmálið.  Erlings forlag, 1967

Maria Maria Marolla, ein ramsa at ramsa. Estra, 1967

Jonathan Swift: Ferð Gullivers til Pinkulingalands. Hitt føroyska Studentafelagið, 1951 og 1974

Ævintýr bd. 1 – 6. Føroya Lærarafelag 1959-1974

Smásøgur fyri yngri børn. Føroya skúlabókagrunnur, 1964

Marius Johannesen: Eitt sindur um Kalsoynna og nakrar sagnir knýttar at henni. Bókaforlagið Grønalíð, 1976

Francois de Voltaire: Candide ella Besti heimur. Bókagarður, 1977

Jørgen Frantz Jacobsen: Barbara. Den norkse Bokklubben, 1977

Sofía Pedersen: Í skýmingini. Egið forlag, 1948

Í skýmingini - skjaldur og ævintýr. Føroya Lærarafelag, 1988

Twentyfive stories and poems for birthdays. Ibis, 1988

Hans A. Djurhuus: Barnarímur. H. N. Jacobsen Bókahandil, 1964

Hans A. Djurhuus: Føroya Lærarafelag, 1992

 

Skráin fyri tiltakinum 24. september kl. 16.30

Klaksvíkar Hornorkestur spælir

Brynhild Danielsen avdúkar standmyndina

Klaksvíkar Hornorkestur spælir

 

Í Spaniastovu

Jógvan Skorheim, borgarstjóri

Signhild V. Johannesen, forkvinna í verkætlanarbólkinum

Marner Mortensen, stjóri í Norðoya Sparikassa

 

KATA syngur

Karin Kjølbro hugleiðir um Elinborg Lützen

Andras Sólstein, savnsleiðari

Hans Pauli Olsen, myndahøggari

 

KATA syngur

Nils Ohrt, listfrøðingur

Svanbjørg Manai, leiðari á Frímerkjadeildini

 

Boðið verður til ábit

 

Framsýning við verkum eftir Elinborg Lützen hongur uppi í Spaniastovu

 

 

Onnur tíðindi
23.04.2024

Flaggdagshald í Vágstúni

23.04.2024

Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy

23.04.2024

Okkara framtíðar Klaksvík

23.04.2024

Býráðsfundur mikudagin 24. apríl