Tíðindi

29.01.2020
Vinarbýarsáttmáli við Skt. Pætursborg

Í dag verður vinarbýarsáttmáli undirskrivaður millum St. Pætursborg í Russlandi og Klaksvíkar kommunu.

Jógvan Skorheim, borgarstjóri, umboðar saman við øðrum býráðslimum í Klaksvíkar býráð, Klaksvíkar kommunu, sum í hesum døgum er á vitjan í Pusjkin, sum er ein økispartur av St. Pætursborg við 6 mill. innbúgvum.

Seinni í dag fer borgarstjórin at undirskriva vinarbýarsáttmála partarnar ímillum, og í tí sambandi verður ein formligur fundur seinni í dag, har neyvari verður sett orð á samstarvið, som longu letur upp fyri mongum ymiskum, sum verður at frætta um, sum frá líður.

Klaksvíkar býráð sær nógvar møguleikar í hesum vinarbandi - vinnuliga og mentanarliga. Tað skerst heldur ikki burtur, at samstarv hevur verið millum Russland og Føroyar á fiskivinnuøkinum síðani 50-ini, og í dag verður størsti partur av fiskaúrdráttum, sum koma frá Føroyum uppskipaður til St. Pætursborg, hagani ein partur so verður skipaður víðari til onnur øki í Russlandi. Her kann leggjast afturat, at tað eru ikki so lítlar nøgdir, sum koma úr Klaksvík.

 

Mentanarlig vitanardeiling

Á túrinum hevur ferðaliðið vitjað á fleiri ymiskum áhugaverdum støðum. Eitt nú á einum barnabókasavni í Pusjkin, har tey í Puskjin-økinum hava 12 bókasøvn. Hesi snakka øll saman umvegis netið og læna bøkur frá hvørjum øðrum, um tað skuldi verið neyðugt.

Í Pusjkin eru tey í ferð við at byggja eitt nýtt bókasavn, sum hevur fingið stuðul frá St. Pætursborg við 29 mill rublar. (1 kr. = ca. 10 rublar)

Viðskiftafólkini hjá bókasøvnunum kunnu umvegis netið umbiðja bøkur. Tær bøkur, savnið ikki hevur, verða umbiðnar aðrastaðni frá.

Verandi barnabókasøvn hava sín uppruna frá 1946, har fólk eftir kríggið tóku seg saman at stovna bókasøvn við bókum, sum fólk í býnum góvu til endamálið. Hetta var ein svár tíð, har nógv varð gjørt fyri at lætta um og tá serliga hjá børnunum.

Á bókasavninum hava tey eina verkætlan, sum tey kallaðu ”Við opnum hjarta”, har tey skipa fyri ymiskum kreativum s.s. tónleik, tekna, byggja lutir, gera einglar um jólini, seyma og gera lutir úr pappíri o.a.

Summi av børnunum hava eitt baldrugt lív, men njóta gott av at koma higar at fáast við mangt ymiskt, umframt at læna og lesa bøkur. Tey gera kallendarar við børnunum, skipa fyri lestrarkvøldum og annað mangt.

Í Pusjkin eru nógv ymisk søvn í býnum umframt parkir, og so ikki at forgloyma standmyndina av Pusjkin, sum varð krógvað burtur undir krígnum, so hon ikki varð bumbað, sum so mangar aðrar. Standmyndin varð tikin framaftur eftir kríggið, við nógvum kenslum.  

Eina ferð um mánaðin skipar bókasavnið fyri tiltaki fyri ungum við skerdum førleikum, teirra millum blindum, og so vitja tey eisini fólk á sjúkrahúsum við bókum.

 

Kreativur studentaskúli

Vitjað varð eisini á einum miðnámsskúla, har tað ganga 1300 næmingar.

Á skúlanum verður undirvíst í list í breiðari merking, tónleiki, leiklist, list og bókmentum. Vitjað varð á ymsu deildunum og vóru øll sera fyrikomandi, og ferðaliðið fekk eisini nakrar ljóðroyndir – bæði av heilt ungum næmingum og lærarum á skúlanum.

Á bókmentadeildini var eitt rúgvusmiki savn við bókmentafólkum og verkum teirra, har kanska mest var gjørt burtur úr kendu Anna Axmatoba 23. juni 1889 - 5. mars 1966, sum einaferð var í uppskoti til Nobel-virðisløn. Hennara bókmentur vóru kanska so mikið fyri sína tíð, at sumt av tí varð forboðin lestnaður.

Onnur tíðindi
24.04.2024

Nýhugsandi innbúgv til Klaksvíkar Býráð

24.04.2024

Býráðsskrivstovan stongt flaggdagin

23.04.2024

Flaggdagshald í Vágstúni

23.04.2024

Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy