Tíðindi

11.02.2020
Arbeiðsfólk til býrfríðkanartoymið hjá Klaksvíkar Kommunu

Klaksvíkar kommuna søkir eftir gartnara ella arbeiðsfólki til býarfríðkan at byrja skjótast gjørligt.

 

Arbeiðsuppgávur

Dagligu arbeiðsuppgávurnar eru, saman við býargartnaranum, at umsita kommunalu blómugarðarnar og framhaldandi at fríðka um í kommununi. Millum grønu økini teljast eitt nú viðarlundirnar úti í Grøv og í Mikladali, umframt Vágsbøur, Akursmørk og gamli kirkjugarðurin í Vágstúni. Harumframt tekur býargartnarin sær av gosvøtnum, bonkum og býarhegninum í kommununi.

 

Førleikakrøv

Í starvinum verður dentur dentur lagdur á, at tú ert fyrikomandi og arbeiðsom/ur og hevur hug at seta teg inn í nýtt arbeiði. Harafturat vænta vit, at tú megnar at arbeiða sjálvstøðugt. Umsøkjarin skal hava koyrikort til bil, og tað kann vera ein fyrimunur um umsøkjarin hevur prógv sum gartnari ella líknandi prógv.

 

Setanarviðurskifti

Talan er um eitt tímalønt fulltíðarstarv, ið verður lønt eftir sáttmála millum KAF og Arbeiðarafeløgini ella handverkarafeløgini. Tann, ið verður settur, skal kunna tola møguligar broytingar í starvinum.

 

Umsókn

Umsókn við prógvum og lívsgongdarlýsing (cv) kann sendast sum teldupostur til fridkan@klaksvik.fo. Til ber eisini at senda umsóknina sum vanligt bræv til: Klaksvíkar kommuna, Postsmoga 2, 710 Klaksvík. Mrk. Arbeiðsfólk til býarfríðkan.

 

Hevur tú spurningar til starvið, kanst tú venda tær til Hans Hjalta Skaale, býargartnara, á tel. 222648. Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi týsdagin 25. februar kl. 12.00.

Onnur tíðindi
23.04.2024

Flaggdagshald í Vágstúni

23.04.2024

Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy

23.04.2024

Okkara framtíðar Klaksvík

23.04.2024

Býráðsfundur mikudagin 24. apríl