Tíðindi

01.04.2020
Til ber at lána bøkur frá bókasavninum

Sjálvt um bókasavnið er stongt, ber til at bíleggja bøkur gjøgnum telefon, teldupost ella við at senda eini boð í boðklivin á facebook hjá bókasavninum. Avtalað verður síðani gjørd nær bókin kann heintast.

Bókasavnið hevur, sum aðrar kommunalar tænastur, verið stongt síðani 13. mars, men við hesi skipan, har viðskiftafólk ikki koma inn á bókasavnið, ber nú til at lána bøkur kortini. 

Avgreiðslan er opin mánadag til fríggjadag frá kl. 13.00 til 15.00. Tá ber til at ringja á tel. 455757.

Boð kunnu eisini sendast til  kb@kb.fo ella í boðklivan á facebook hjá Klaksvíkar bókasavni

 

Onnur tíðindi
07.10.2026

Móttøka í Baldursbrá

06.10.2026

Vatnveiting óstøðug á eystur­síðuni

06.10.2026

Starvs­fólk til Snjallabjallu

01.10.2026

Virkið Heyst skráin sæst her