Tíðindi

04.09.2020
Kvinnan við róðrið fingið heiðurspláss

Nógv fólk vóru savnaði í gjár, tá ið standmyndin eftir Fridtjof Joensen varð avdúkað á krossinum í Víkavegur - Kommunubrekka.

Tað er Føroya Sjómannadagur, sum hevur tikið stig til standmyndina, sum er eftirgjørd eftir eini miniaturu hjá stóra listarmanninum, sum hevði kunna hildið sín 100 ára føðingardag í gjár. 

Jógvan Skorheim, borgarstjóri bjóðaði vælkomin og helt síðani eina røðu. Eisini greiddi Oliver Joensen, vegna Føroya Sjómannadag, frá um verkætlanina, áðrenn standmyndin varð avdúkað av dóttrini, Bernhardinu Klein. 

Karin Kjølbro, sum í sínum uppvøkstri hevur verið tætt knýtt at Fridtjofi Joensen og familjuni, hugleiddi um Fritjof sum persón og listamann. 

At enda takkaði Signhild V. Johannesen, forkvinna í mentanarnevndini, fyri og segði m.a. í síni røðu, at býlingurin, har standmyndin er staðsett, er merktur av tíðarinnar tonn, og fleiri spor eru viskað burtur. Tí er henda standmynd eitt kærkomið prýðið fyri grannalagið.

Niðanfyri endurgeva vit røðuna hjá Jógvani Skorheim, borgarstjóra. 

Góðu tit øll

Hjartaliga vælkomin til hesa hátíðarløtuna, sum eg haldi vit kunnu siga, er eitt sindur serlig. Í dag avdúka vit ein minnisvarða eftir einum listamanni, sum við sínari list ígjøgnum nógv ár hevur evnað minnisvarðar, ið hava havt stóran týdning fyri sjónmanslívið í nógvum bygdum í Føroyum.

Kanska serliga stóran týdning fyri tær familjur, sum hava mist ein av sínum kæru á sjónum.

Onkur vildi tí møguliga sagt, at tað er ein sjálvfylgja, at maðurin, sum eisini hevur gjørt fleiri standmyndir í Klaksvík, skal heiðrast við einari standmynd í býnum.

***

Vit kunnu ikki koma uttanum at nevna, at korona farsøttin hevur sett síni spor hetta árið. 

Óvissa, ótti og ørkymlan kundi lættliga koppa allari vón, felagsskapum, huginum at hjálpa og tankanum um framdrift.

Men eg haldi, at ein løta sum hendan veruliga vísir, at júst hjálpsemi, vón og framdrift hava styrkt felagsskapin og felagskensluna.

Hóast vit í mánaðir hava fingið tilmælt at halda frástøðu, so hava vit sum ongantíð fyrr hugsað um, hvussu vit á ymiskan hátt kunnu styrkja felagsskapin.

Konsertir, innkeyp fyri grannan og øðrvísi stevnur hava víst okkum, at vit gleðast, tá vit fáa møguleika at gleða onnur. Og Føroya Sjómannadagur er onki undantak.

Í túsundatali eru familjur í fleiri ár komnar til Klaksvíkar fyri at luttaka í felagsskapinum, tá ið Sjómannadagarnir eru á skrá.

Børn, ung og gomul hittast, og eldra ættarliðið fær møguleika at vísa og greiða yngra ættarliðnum frá sjólívinum.

Hóast hetta fantastiska tiltakið í ár mátti avlýsast, so hava fólkini handan Føroya Sjómannadag ikki sitið hendur í havn.

Sjómanslívið er í ár ikki heiðrað á sama hátt, sum undanfarin ár.

Men eitt gamalt útróðrarøkið kemur í dag til heiðurs, og verður tað við einum prýði eftir Fridtjof Joensen, sum hann í síni tíð nevndi Kvinnan við róðrið.

At valið fall júst á hetta verkið hjá Fridtjofi Joensen er ikki undarligt, tí vit vita, hvønn týdning tað hevur, at hava eina góða kvinnu við róðrið.

Havandi í huga lívið og virksemið í Føroyum í tíðini tá ið Fridtjof livdi, so hevði kvinnan ómetaliga nógv at siga fyri alt samfelagið.

Longu túrarnir hjá monnum, langt burtur frá familjuni, bar við sær, at kvinnan tók sær av øllum húskinum, børnunum, fíggjarviðurskiftunum og ikki minst nógvum uppgávum, ið vanliga verða lýstar sum mannfólkauppgávur - hvat tað so enn er.

Tí er hendan standmyndin, umframt at heiðra minni um Fridtjof, eisini ein týdningarmikil heiður av øllum teimum kvinnum, ið stóðu og standa við róðrið.

Hóast sjómannadagarnir ikki vóru hildnir í ár, so hevur Føroya Sjómannadagur enn einaferð prógvað, at týdningurin av sjólívinum kann gerast til søguligar varðar, har felagsskapurin verður styrktur, hóast frástøðu.

Eg eri sannførdur um, at hetta økið fer at fáa eina heilt serliga tygn, sum eg avgjørt haldi er hóskandi at hátíðarhalda á 100 ára degum hjá Fridtjofi Joensen.

Tað er eisini ein sannroynd, at har standmyndir verða settar upp, har savnast fólk. Møguligt er at minnast og at halda fast í eini søgu, men til ber eisini at samantvinna søguna og nútíðina.

Dóttir mín hevur altíð verið serliga hugtikin av gosvatninum við Tingstaðin í Vági - nærhendis Posthúsinum, tá tað er fylt við sápu.

Tá havi eg javnan nevnt fyri henni, at maðurin, sum hevur gjørt hesa standmyndina, er Fridtjof Joensen, og at hann eisini hevur gjørt rekieffir, sum prýða bæði skúlan og vevskúlan.

Jú, Fridtjofi Joensen eru vit errin av.

***

Eg vil bera eina serliga tøkk til øll tykkum, sum hava arbeitt framm ímóti hesi verkætlanini. Eisini ein tøkk til vinnuna, sum enn einaferð hevur víst dyggan stuðul og harvið syrgt fyri, at minni um Fridtjof Joensen, listamann, og gamla útróðrarøkið í Víkunum kemur til heiðurs.

Eisini vil eg takka Edwardi Fuglø fyri hugskotið, um at heiðra 100 ára føðingardagin fyri Fridtjof Joensen á henda hátt.

Eg vil eisini takka tykkum, sum eru komin til hátíðarløtuna og nýta høvið at veita Føroya Sjómannadegi hjartans tøkk fyri, at tit áhaldandi eru við til at prýða býin við týðandi varðum.

Og her at enda vil eg eisini takka tykkum eftirkomarum eftir Fridthjof fyri vegleiðing og at tú Berhardina um eina løtu, kann gera okkum tann heiður at avdúka standmyndina.

Takk fyri øll somul og enn einaferð hjartaliga vælkomin.

 

Onnur tíðindi
17.05.2024

Boða frá tiltøkum til norð­oyastevnuskránna

16.05.2024

Endur­nýtslan tekur fyribils ikki ímóti lutum til Dugna

15.05.2024

Broyting í ferðaætlan­ini hjá leið 2

15.05.2024

Soleiðis rakar verkfallið