Tíðindi

16.09.2020
Studentaflokkur vitjaði borgarstjóran

Fyrrapartin í dag vóru næmingar frá norðuratlantiska studentaflokkinum, sum hetta hálva árið heldur til á Kambsdali, og vitjaðu Klaksvíkar kommunu. Hesir næmingar fáa ein vanligt miðnámsskúla prógv, men tað sum er serligt við skúlagongdini er, at tey ganga í skúla í Danmark, Føroyum, Íslandi og Grønlandi.

Fyrrapartin í dag vóru tey og kunnaðu seg um Klaksvíkar kommunu og um vinarbýarsamstørv. Tí eitt nú skulu næmingarnir til Sisimiut, sum er vinarbýur hjá Klaksvík, at ganga í skúla. Næmingarnir fingu fyrst ein bita at eta og síðani greiddi Jógvan Skorheim, borgarstjóri, teimum frá, um vinarbýarsamstørv hja kommununi og um góðu gongdina í Klaksvíkar kommunu seinnu árini. Eftir vitjanina fóru næmingarnir ein túr við Draganum, har tey skuldu sigla runt Kalsoynna.

NGK – Hvat er norðuratlantiski studentaflokkurin?
Norðuratlantiski studentaflokkurin er ein serstakt útbúgvingartilboð til næmingar úr Føroyum, Danmark, Íslandi og Grønlandi, ið ynskja at uppliva norðuratlantiska økið og samstundis fáa eina studentsútbúgving. Les meira her.


Klaksvíkar Kommuna hevur hesar vinarbýir:

  • Sisimiut í Grønlandi
  • Kópavog í Íslandi
  • Wick í Skotlandi
  • Tróndheim í Noregi
  • Norrkøping í Svøríki
  • Tammerfors í Finnlandi
  • Odense í Danmark
  • Taiji í Japan
  • Skt. Pætursborg í Russlandi 
Onnur tíðindi
26.02.2026

Reinsiverkið á Hellisenda skal gerast liðugt

25.02.2026

Vælkomin í 20 ára føðingardag

25.02.2026

Býráðsskráin 26. februar

24.02.2026

Søluprísu­rin fyri sjógvhita lækkar við nærum eini helvt