Tíðindi

18.01.2021
Dagrøktarar til Klaksvíkar kommunu

Klaksvíkar kommuna søkir eftir 2 dagrøktarum.

Størvini verða eftir ætlan sett 1. mars 2021 ella skjótast møguligt eftir tað.

Vit ynskja, at tú

  • hevur hegni og áhuga at arbeiða við børnum
  • kann geva børnunum ein tryggan og fjølbroyttan gerandisdag
  • ert fyritaksom/samur og skapandi
  • hevur virðing og umsorgan fyri tí einstaka barninum
  • kann samskifta lætt við foreldrini
  • ert sinnað/ur at samstarva við starvsfelagar og onnur fakfók

Í heiminum má vera rúm til børnini at spæla í og øki við girðing uttanfyri. Eisini skal pláss vera fyri sovivognum og tvíburðastóli.

Umsókn og setanarviðurskifti

Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Starvsmannafelagið. Arbeiðstíðin er ímillum kl. 7.30 – 17.15. Vit kunnu bjóða eitt kveikjandi og lívsjáttantin starv við børnum í aldrinum 0-3 ár. Meira fæst at vita við at venda sær til Harriet Lydersen, dagrøktarleiðara, á telefon 21 39 88.

Umsóknin skal sendast til starv@klaksvik.fo ella Klaksvíkar kommuna, Nólsoyar Pálsgøta 32, Postboks 2, 710 Klaksvík. Mrk. Umsóknina ‘Dagrøktari. Skrivlig umsókn skal verða okkum í hendi í seinasta lagi 3. februar kl 12.00.

Stutt um Klaksvíkar Kommunalu Dagrøkt

Dagrøktarskipanin er ein stovnur undir Trivnaðardeildini hjá Klaksvíkar kommunu. Í skipanini starvast 17 dagrøktarar, 1 hjálparfólk og ein námsfrøðingur. Talið av børnum í dagrøkt er umleið 60. Aðru hvørja viku eru 3 dagrøktarar tveir dagar saman við børnum í spælistovuni.

Onnur tíðindi
27.03.2024

Klaksvíkar kommuna um páskirnar

23.03.2024

Sløkkja ljósini í ein tíma

21.03.2024

Klaksvíkar kommuna 2040

20.03.2024

Býráðsfundur 21. mars