Tíðindi

25.06.2021
Eystara skýlið reist

Í góðveðrinum í dag varð reisigildið hildið á vøllinum við Djúpumýru, har Jóhanna Christiansen, forkvinna í mentanarnevndini, og Tummas Lervig, formaður í KÍ, søgdu nøkur orð. Síðan varð bjóðað til døgurað á loftinum í KÍ høllini.

Í røðunum nýttu bæði Jóhanna og Tummas høvið, at rósa býráðnum, ið hevur hildið fram at gera íløgur í víðari menning av leikvøllinum við Djúpumýru, umframt at tey róstu arbeiðsfólkunum, sum av øllum alvið arbeiða móti málinum, ið er at skýlið skal takast í nýtslu 15. juli. Tá skal KÍ nemliga leika teirra fyrsta heimadyst á Djúpumýru í evropiskum samanhangi.

Jóhanna Christiansen fegnast um, at tað hevur gingið somikið væl og skjótt við hesum partinum av skýlinum. Tí avtalan við Norðhús bleiv undirskrivað 11. mars og fevnir um heili 600 sitipláss á eystaru síðu.

-          Í fyrsta umfarið verður ikki møguligt at sita undir taki á eystaru síðu, men vónandi fáa vit sett pening til av til hendan partin komandi ár, sigur Jóhanna Christiansen, forkvinna í mentanarnevndini.

Verkætlanin kostar góðar 7 mió. og hevur FSF harav stuðla við 2. mió., umframt at FSF hevur víst áhugað í at hýsa dystum hjá kvinnu landsliðnum og ungdómslandsliðum í Klaksvík, nú leikvøllurin fær UEFA góðkenning.

Onnur tíðindi
15.05.2024

Soleiðis rakar verkfallið

15.05.2024

Eyka býráðsfundur 16. mai 2024

15.05.2024

Ferðin setast niður undir Fossum

14.05.2024

Dagstovnaøkið hevur opið sum vant í morgin